Frændur verða neyvan tiknir sum best umtókti føroyski tónleikabólkurin í nýggjari tíð. Sangirnar hjá meira enn 20 ára gamla bólkinum eru vorðnir fólkaogn, og hóast tað er blivið nakað langt ímillum framførslurnar hjá bólkinum, so eru teir av og á at hoyra. Og teir er júst so væl umtóktur, sum teir plagdu at vera.
Farna vikuskiftið spældi Frændur til dans á Eiði, og har var lív í, tá Frændur spældi sínar væl kendu sangir.
Føroyingar í øllum aldri duga sangirnar hjá bólkinum uttan at, og tað tykist vera líkamikið, um talan er um ungfólk, sum eru fødd eftir fyrstu útgávuna hjá Frændum í 1984, ella um tað eru fólk, sum vórðu komin framvið ungdóminum tá. Øll kunnu syngja við til sangir sum Føroyar, Eros, Mítt Land og hinar sangirnar.
Tey yngru leggjast til
Frændur gav tríggjar plátur út í 1980unum, tann fjórða kom tíðliga í 90unum, og síðani kom savnsfløgan Svart Gull, har eisini onkrir nýggir sangir vóru á, miðskeiðs í 90unum.
80ini vóru merkt av trimum framúr góðum útgávum, og í 90unum staðfesti bólkurin seg sum fremsti konsertbólkurin í landinum.
Frændur hava ikki givið nakað nýtt tilfar út nógvu seinastu árini, og tað er stundum langt ímillum teirra framførslur, men tá teir spæla, so eru tað fáir bólkar sum megnað at savna og lyfta ein áhoyrarafjøld, sum teir gera.
Høvuðsmenn í Frændum øll árini hava verið Steintór Rasmussen, Eyðun Nolsøe og Rani Nolsøe, og teir eru framvegis oddamenn í bólkinum.
Afturat sær hava teir havt skiftandi tónleikarar gjøgnum hesi mongu árini, og bólkurin, sum spældi seinasta vikuskiftið, var mannaður við James Olsen, Magnus Johannesen og Johannus á Rógvu Joensen.
Tað hevur verið tosað um, at Frændur skuldi fara at geva nýggjan tónleik út, men í løtuni er einki ítøkiligt at veg frá tí vælumtóka bólkinum.











