Frændur til Danmarkar

2. apríl bjóðar Føroyingahúsið í Keypmannahavn til konsert við Frændum. Frændur hava yvir 25 ára á baki, og mugu sigast at verða ein av størstu bólkunum í føroyskari tónleikasøgu.

Nú gongur leiðin hjá frændunum til Keypmannahavnar.

 

-Vit gleða okkum at fara til Keypmannahavnar at spæla fyri okkara kæru útisetum. Tað plagar altíð at verða góður stemningur, sigur Eyðun Nolsøe.

 

Um vikuskiftið vóru Páll Finnur Páll í Føroyingahúsinum, og tað var útselt áðrenn midnátt. Helst verður tað sama galdandi, tá ið Frændur trína á pallin í Føroyingahúsinum.

 

-Tað plagar at verða ein blanding av heimlongsul og ball, sigur Eyðun Nolsøe.