Frændur á Summar Festival

Helst best umtókti føroyski tónleikabólkurin nakrantíð spælir á Summar Festivalinum í august. Tað boða fyrireikarar frá í dag.

 

Tá ið fyrsti Summar Festivalurin varð hildin í 2004, vóru Frændur ein av bólkunum, sum spældu til fyrstu konsertina á Vágsbøi. Kanska sjálvsagt, tá Frændur og Summarfestivalurin á hvør sín hátt hava tilknýti til Klaksvík.

 

Síðani hava Frændur spælt tvær ferðir afturat á Summar Festivalinum, og nú er bólkurin til reiðar at fara á pallin aftur í august.

 

Frændur góvu sína fyrstu plátu úti 1984, og síðani hava teir verið helst best umtókti føroysku tónleikabólkurin. Teirra sangir eru blivnir fólkaogn, og tá teir fara á pallin bjóða teir eina fjølbroytta bukett av sangunum frá teimum 28 árunum, teir hava verið virknir.