Frændur spæla nýggjar sangir á Rás2

Frændur hava nýggjar sangir á skránni, tá ið teir leygarkvøldið fara at spæla live í sendingini Hvonn Live á Rás2

 

Í ár eru liðin 25 ár, síðani Frændur góvu sína fyrstu plátu út. Leygarkvøldið heldur Rás2 25 ára dagin saman við Frændum. Hetta verður í stóru Hvonn Live sendingini, sum verður send beinleiðis av Hvonn í Havn leygarkvøldið.

 

Í sendingini verður tosað við høvuðsmenninar í Frændum um farnar dagar, teir fara at kjakast við Óla Breckmann um friðarsangir og friðargongur, og Frændur spæla eisini live á Hvonn. Frændur tríva í onkrar av teimum góðu gomlu sangunum, og teir fara at spæla nakrar nýggjar sangir fyri fyrstu ferð alment.

 

Eisini leggja aðrir sangarar leiðina framvið og syngja ein Frændur-sang. Teirra millum eru Árni og Marnar, sum fara at gera sína heilt egnu tulking av einum kendum Frændur-sangi.

 

Hvonn Live verður at hoyra á Rás2 leygarkvøldið frá klokkan 19 til 22, og eisini eru fólk vælkomin á Hvonn at fylgja sendingini har.