Frændur skaptu ein nýggjan front

Óli Breckmann heldur, at Frændur við sínum politisku sangum skapti ein nýggjan front í Føroyum í 80’unum, men Rani Nolsøe heldur, at Óli Breckmann framprovokeraði eitt stríð millum vinstra og høgra. Leygarkvøldið hittust stavnamaðurin á Dagblaðnum og protestsangararnir í Frændum til lívligt kjak á Rás2

Friðargongur úr Mjørkadal. Kravgonga ímóti amerikanskum herskipi á Havnini. Politiskir protestsangir og hvassar atfinningar í Dagblaðnum.

Tað var bagrundini fyri lívliga kjakinum millum Frændur og Óla Breckmann í sendingini Hvonn Live leygarkvøldið.

Partarnir stóðu á hvør sínum veingi í politiska stríðnum í Føroyum í 80’unum, og tá ið teir nú hittust aftur til eitt kjak um gamlar dagar, vóru meiningarnar framvegis eldhugaðar, men viljin var eisini at hugleiða og taka saman um gomlu tíðina, sum í løtum líktist einum vápnaleysum kríggi her í Føroyum.

- Tá ið Frændur komu brestandi inn á vøllin í 80’ unum, fingu vit líkasum ein nýggjan front í føroyskum politikki. Tit royndu at syngja sosialismuna inn í hjørtuni á føroyingum, og tað eydnaðist eisini serliga væl, hóast tit ongantíð megnaðu at vinna fjøldina. Vit høvdu altíð munin í løgtinginum, segði Óli Breckmann.

Hann helt, at tað var neyðugt at geva teimum vinstravendu mótspæl.

- Tað var jú eitt stríð millum tær ytru politisku sannføringarnar – millum høgra og vinstra, millum demokrati og diktatur.


Fór og langt

Rani Nolsøe helt, at Óli Breckmann gjørdi ov nógv av í sínari skriving í Dagblaðnum fyri 20 árum síðani.

- Óli fór for langt í 80’unum. Serliga tann óneyðuga framprovokeringin av høgra-vinstra stríðnum var óneyðug fyri eitt so lítið samfelag sum tað føroyska. Eg haldi eisini, at vit av tí sama vóru illa fyri politiskt at taka ímóti kreppuni í 90’unum, tí vit høvdu ligið í einum politiskum eljustríði í Føroyum við Óla Breckmann á odda, segði Rani Nolsøe.

Hesum tók fyrrverandi stavnamaðurin á Dagblaðnum ikki undir við.

- Eg haldi ikki, at tað var neyðugt at framprovokera nakra mynd, tá man sá kravgonguna ímóti USS McCloy og friðargongurnar úr Mjørkadali. Og hetta var eitt úrslit av stríðnum millum eystur og vestur.

- Tíðin hevur eisini víst, at tann stóri spenningurin hvarv, tá ið sovjetsosialisman fall í 1990. So tað vóru ikki USA og vit, sum vóru orsøkin til stríðið, men heldur hin síðan. Og tað var tykkara lið, sum rýmdi av vøllinum, og síðani var bara eitt superligalið eftir. Nú hevur verið friður á okkara leiðum í nógv ár, men nú er tað við at henda, at islamfasisman er við at reisa høvdið og er blivin ein vandi fyri okkum. Eg vóni, at tit velja røttu síðuna hesaferð, segði Óli Breckmann argandi.


Kendu seg hongdar út

Eyðun Nolsøe var við at ganga friðargongur og kravgongur í 80’unum, og tað helt hann var sjálvsagt at gera.

- Eg gekk friðargongu, tí eg vildi broyta heimin. Eg var ímóti vápnadubbingini hjá báðum síðum, og tað vildi eg gera vart við. Millum annað, tá ið USS McCloy kom inn á Havnina.

- Á, tann deiligi dagur, segði Óli Breckmann í einari skjótari vending.

- Nei, tað var ein sorgardagur, tí vit vistu ikki, um tað vóru kjarnorkuvápn umborð, og sjálvandi mótmæltu vit. Aftaná tað vóru vit hongd út í Dagblaðnum, men eg tók tað ikki so tungt. Eg helt, at að var ein æra at verða hongdur út í Dagblaðnum, segði Eyðun Nolsøe.


Øll broytast

Kjakið millum Óla Breckmann og Frændur var lívligt, men teir dugdu eisini at skemta eitt sindur við gamla stríðnum, og hvussu fólk broytast við árunum.

Steintór Rasmussen tók eitt sindur saman um og helt, at øll fólk broytast – sjálvt Óli Breckmann.

- Vit eru allir broyttir síðani 80’ini – ivaleyst til tað betra – men eg havi havt hug at halda, at tann einasti persónurin, sum ikki hevur broytt seg, hevur verið Óli Breckmann. Tað haldi eg, at eg havi hoyrt í kjaki fyri stuttum, men her í kvøld er tónin eitt sindur øðrvísi, so kanska skuldi hetta góða høvi til, at Óli broytti seg eitt sindur, segði Steintór Rasmussen.