Frændur og Showmenn á pall

Leygarkvøldið trína Frændur og Showmenn á pall í Dansifrøi. Manningin í Showmonnum hevur í mong ár spælt saman við Frændum, men fleiri ár eru liðin, síðani Showmenn sjálvir hava bjóðað til dans.

 

Nú skulu teir so spæla saman við Frændum í Dansifrøi.

 

Í Frændum eru Eyðun Nolsøe, Steintór Rasmussen og Rani Nolsøe.

 

Í Showmonnum eru James Olsen, Jens Marni Hansen, Kim Hansen og Jóhannes á Rógvi.