Frændur og Brandur á Jóansøkufestival

Frændur og Brandur Enni eru nýggju nøvnini, sum Jóansøkufestivalurin nú avdúkar. Frændur eru fólkaogn, og Brandur kemur í heyst við nýggjari fløgu, har hann samstarvar við fleiri spennandi tónleikarar

Jóansøkufestivalurin í ár er skipaður sum stuðulstiltak til frama fyri at gera saltsiloina á Drelnesi til mentanarhús, og eru tað føroyskir tónleikarar, ið fegnir stuðla ætlanini, ið eru á skránni hjá Jóansøkufestivalinum 2009.

Tvey nøvn afturat verða nú avdúkað, og eru tey Frændur og Brandur Enni.


Frændur

Frændur hava skrivað seg í føroyska tónleikasøgu við breiðum penni, og eru fólkaogn. Frændur hava síðani fyrstu útgávuna, ið kom út í 1984, givið føroyingum hópin av sangum, ið eru felagssangir, og hópin av sangum, ið eru at meta sum klassikarar innan folk/rock tónleik í Føroyum.

Rani, Steintór og Eyðun hava á útgávum sínum altíð roynt at náa bestu góðsku, hava torað at satsa, og teir hava megnað at hildið støðið, og í stóran mun óivað eisini hækka støðið innan føroyskan tónleik.

Afturat sær hava teir eisini altíð havt tónleikarar av fyrstu skuffu.

Men ikki bara ljóð- og spæligóðska hevur verið í toppinum. Í stóran mun hava sangirnir, bæði orð og løg, havt dygd, og hava klárað at staðið á egnum beinum. Besta prógv um tað er, at flestu teirra eru felagssangir, tá føroyingar koma saman, og er tað tá uttan hóvasták og pynt, men við t.d. einum kassaguitara afturvið.

Frændur eru ikki so ofta at hoyra á palli longur, men teir hava havt frammi, at enn ein útgáva kann væntast frá teimum. Í øllum førum verða teir at hoyra á palli á jóansøku.


Brandur Enni

Brandur Enni kom fram sum smádrongur, tá hann eittnú sang við á útgávuni Mánadags Mortan. Síðani kom ferð á, tá hann kom við á útgávurnar hjá Kulum Rótum, fyri síðani at geva út fløgur undir egnum navni.

Hann gjørist brátt stjørna, royndi seg sum unglingi eisni uttanfyri landoddarnar, men var í stóran mun barnastjørna heima í Føroyum. Við hjálp frá góðum fólki vórðu framleiðslurnar hjá Brandi á stak høgum støði, og standa í dag eftir sum nakað, ið er at fegnast um. Sama kann sigast um okkurt av sjónbandaløgunum frá hesi tíðini.

Bradur er í dag komin til mans. Hann er í útbúgvingarørindum innan tónleik í Svøríki, og hevur m.a. luttikið í Melodi Grand Prix kapping har, og hevur eisini sungið svensku útgávuna av High School Musical. Hann hevur knýtt mong virðismikil vina- og samstarvsbond hesi seinnu árini.

Brandur gevur í heyst út fløgu, har hann arbeiðir saman við fleiri spennandi nøvnum innan tónleik. M.a. hevur hann skrivað tónleik saman við manninum, ið skrivar tónleik saman við Tim Christensen, og Brandur hevur t.d. eisini samstarvað við Carl Falk, sum hevur skrivað til Celine Dion og Gavin DeGraw.

Upptøkan av fløguni er m.a. farin fram í hølunum hjá Per Gessle, ið sum mongum kunnugt er manligi helmingurin av svensku og heimskendu duoini Roxette.

Meðan bíðað verður eftir fløguni hjá Brandi, sum kemur í heyst, ber til at leita sær á Jóansøkufestival, har Brandur fer á pall.

Til ber at vitja www.jonansokufestivalurin.eu