Frændur kærdir til brúkaraumboðsmannin

Dansistaðið REX og Frændur eru kærd til Brúkaraumboðið. Orsøkin er, at hóast marknaðarført var við Frændum, var tað ikki upprunamanning hjá Frændum, sum spældi um vikuskiftið At Frændur er vorðin fólkaogn í Føroyum var aftur eitt dømi um í vikuskiftinum.

 

Náttarklubbin REX bjóðaði til Frændur fríggjakvøldið og leygarkvøldið, men eftir øllum at døma hevur onkur kent seg vónsviknan, tí Frændur og REX eru eftirfylgjandi kærd til brúkaraumboðsmannin.

 

Vanliga kenna vit teir tríggjar Steintór Rasmussen, Rana Nolsøe og Eyðun Nolsøe sum kjarnuna í Frændum, hóast aðrir tónleikarar eisini hava framført við Frændum. Men um vikuskiftið var bjóðað til Frændur í REX.

 

Manningin í Frændum hetta kvøldið vóru Eyðun Nolsøe, Kim Hansen, James Olsen og Jóhannes á Rógvi Joensen.

 

Hetta hevur eftir øllum at døma fingið øði í onkran Frændur fjeppara, sum hevur kært marknaðarføringina av hesum tiltakinum til brúkaraumboðsmannin sum váttar, at hann hevur tikið málið upp.