Frændur hava stóran týdning

Frændur hava veruliga spælt seg inn í hjørtuni á føroyingum, og teirra sangir eru fólkaogn. Steintór Rasmussen, Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe eru virknir menn, og spurningurin er tí, hvønn týdning Frændur hava í teirra lívi?

Eyðun: Frændur hevur stóran týdning í mínum lívi. Frændur hevur skapt mín tónleikaidentitet og hevur givið mær eina lopfjøl at koma víðari við mínum egnu projektum. Men tað vísir seg, at líkamikið, hvussu eg hoppi og renni, so komi eg ongantíð at røkka Frændur-status sum solistur. Men tað ger einki.

Steintór: Man steðgar á av og á í lívinum og reflekterar eitt sindur, og tá kann mann staðfesta, at Frændur kanska hevur havt størri týdning fyri okkum, enn vit geva okkum far um í dagliga lívinum.

Rani: Frændur hevur verið ein fantastisk ferð í okkara lívi. Her sita vit og halda silvurbrúdleyp saman, so hetta hevur verið nakað serligt fyri okkum.