Frændur hava konsert í Vágsbotni

Ólavsøkukvøld verður rimmar tiltak í Vágsbotni, har Frændur hita upp til midnáttarsangin. Tá Miðlahúsið skipaði fyri ólavsøkutiltakinum ólavsøkukvøld í fjør, vóru Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen partur av undirhaldinum.

Og við fleiri enn 10.000 áhoyrarum og sangarum at stuðla sær, gjørdist talan um eina av mest savnandi løtunum á ólavsøku.

Heilt slept stílinum hevur Miðlahúsið ikki, tí hesa ferð verða tað Frændur, við Eyðun Nolsøe, Steintór Rasmussen og Rana Nolsøe, sum fara at spæla á pallinum, sum verður settur upp út frá studio´num hjá Rás2 oman móti Vágsbotni.