Frændur hátíðarhalda silvurbrúdleypið

Í hesum døgum eru 25 ár liðin, síðan teir vælkendu Frændur menninir settu seg í studio fyri fyrstu ferð, og hetta skal sambært Steintór Rasmussen hátíðarhaldast. Vit kenna teir øll, og løg teirra hava runga kring Føroya land seinastu 25 árini. Teir hava fyri nógv verið ímyndin av frælsis stríðnum, umframt at sangir teirra eru at kalla sera tjóðskaparsinnaðir. Teirra løg hava merkt føroyskan sang í stóran mun, og fáa eru tey, ið ikki hava verið til eina veitslu, har Frændur løgini hava merkt sangin.

Steintór Rasmussen sigur soleiðis um fyrstu útgávuna.

- Undrunarvert var tað, at Frændur vóru sera væl móttiknir frá byrjan tíð. Ólavsøkuna eftir okkara fyrstu útgávu, gingu fólk runt í býnum við ghettoblastarum, og úr teimum rungaðu okkara løg. Tað var ein ótrúliga løgin kensla, sigur Steintór.

 

25 ára hátíðarhald

Spurningur ein situr eftir við, er hvussu fara Frændur menninir at hátíðarhalda 25 ára dagin? Spurdur um hetta sigur Steintór, at teir í komandi døgunum fara at hittast og práta um hvussu árið skal hátíðarhaldast. Sambært Steintór er møguleiki fyri, at Frændur fara at geva eina serliga útgávu út, umframt at teir spæla á Summarfestivalinum 2009.

- Um vit náa at geva eina fløgu út, so kunnu vit eisini geva fólkið eitt serligt upplivilsi á Summarfestivalinum, greiður Steintór frá.

Spennandi verður at síggja, um ætlanirnar hjá Steintóri verða til veruleika, og meira verður at frætta um hetta í komandi døgunum.