Frændur fara á stóra pallin

Her er nýggja skráin fyri G! Festivalin í kvøld.

 

Nú hava fyrireikararnir gjørt nýggja skrá fyri G! Festivalin í kvøld, eftir at stóru útlendsku nøvnini ikki sluppu til landið orsaka av mjørka í Vágum.

 

Frændur, sum skuldu spæla á Spæliplássinum kl. 22.15, spæla í staðin á stóra pallinum á Sandinum somu tíð. Frændur eru eisini raktir av floglíkindunum, tí Eyðun Nolsøe, sum skuldi koma heim til vikuskiftið, er strandaður í Keypmannahavn, men bólkurin fær framført fyri tað.

 

Nýtt navn á skránni er Teitur Lassen, sum spælir á Spæliplássinum kl. 23.35.

 

Hetta er skráin fyri í leygarkvøldið á G!

 

Sandurin

22.15: Frændur

02.05: 200

 

Spæliplássið

19.35: Sakaris

20.25: Frostfelt

21.15: Monkey Rat

23.35: Teitur

00.55: Amsterdam Klezmer Band

 

Grundin

22.30: Kiasmos

00.00: Rosa Lux

01.30: Ubernørd

02.30: KGB