Á hvørjum ári letur Miðlahúsið Ársins Herðaklapp til onkran, sum hevur havt serstakan týdning fyri føroyska tónleikaheimin. -Í kvøld fer Planet herðaklappið til ? ja, eg havi næstan hug at kalla tað eitt føroyskt tónleikahugtak, segði Jan Muller, blaðstjóri á Sosialinum. Í ár gjørdist tað Frændur, sum í ár markerað síni 25 ár á pallinum, við einari nýggjari útgávu. Og við bert fáum vikum á baki, eru løg sum ?Røddir? og ?Goyma tað besta til tín?, longu vorin landaplágur.
-Uppá nógvar mátar kendist tað væl, at fáa Ársins Herðaklapp. Tað var hugaligt, og kanska ikki minst, tí Frændur ikki vóru tilnevndir til nakra virðisløn. Men tað er rætt, at tað eru teir nýggju bólkarnir, sum verða tilnevndir, og sum man setur fokus á, sigur Steintór Rasmussen
Jan Muller, ábyrgdarblaðstjóri hjá Sosialinum, handaði virðislønina til Frændur
-Í kvøld fer Planet herðaklappið til ? ja, eg havi næstan hug at kalla tað eitt føroyskt tónleikahugtak. Hetta er meira enn bert ein tónleikaútgáva,nakrir sangir, ein konsertrøð, eitt einstakt avrik ella ein tónleikabólkur.
Hetta er nakað av tí týdningarmesta og fólkakærasta, føroyskur tónleikur nakrantíð hevur átt ? og vit eiga í grundini øll okkara lut í hesum. Hetta er tónleikur við meiningum, yrkingar við broddi, eymar náttar- og kærleiksvísur, fosturlandskærleiki, samfelagsviðmerkingar og veitslusangir alt á føroyskum máli, segði Jan Muller millum annað, tá ið hann handaði virðislønina til Frændur.
-Har var nógv gjørt burturúr okkum, frá Jan Muller og Miðlahúsinum, og tí gjørdist vit takksamir og eyðmjúkir at fáa herðaklappi, sigur Steintór Rasmussen.
Frændur hava í 25 ára verið fólkakærasti bólkurin í landinum, og hava ferð eftir ferð givið út løg, sum bæði ung sum gomul hava tikið til sín.
-Øll tey mongu, sum hava lurtað eftir okkum og dámt okkara sangir í øll hesi árini, eiga heiðurin av, at vit nú fáa Ársins Herðaklapp, sigur Rani Nolsøe.
Í Sosialinum í dag, eru 16 síður um Planet Awards 2009, við myndum, samrøðum og hugleiðingum.









