Frændur

Fáur føroyskur tónleikabólkur man hava havt so nógv hitt, sum Frændur hava havt seinastu stívliga 20 árini. Í 1984 kom fyrsta plátan hjá teimum, og síðani hevur bólkurin verið ein leiðandi bólkur í føroyskum tónleiki. Teir verða at hoyra á Planet Awards

Teir hava givið fýra fløgur og ein tvísavnsfløgu út hesi árini, og á hesum útgáva er ein ørgrynna av kendum og fangandi sangum.
Sangir sum Føroyar, Eros, Mítt Land, 80'ini, Dupultsong, Minnist Tú Gildið, Hundurin Brúni og nógvir afturat. Hetta eru sangir, sum framvegis liva í besta velgående.
Hóast Frændur kann metast sum ein av gomlu bólkum í føroyskum tónleiki nú, so hava teir framvegis sera gott tak á teimum ungu. Tá ið teir spæla til konsertir og onnur tiltøk sæst tað aftur, at tað er líkamikið, um fólk eru blaðung ella tilkomin  øll kenna sangirnar hjá teimum.
Tað er tí einki meira upplagt, enn at mastodontarnir í føroyskum tónleiki seinastu 20 árini spæla til Planet Galla.