Frændafundur

Í hesum døgum verður skipað fyri Frændafundi í Norðurlandahúsinum.

RÁÐSTEVNA



Í 1990, sama ár sum Fróðskaparsetur Føroya helt 25 ára hátíð og varð gjørt til universitet, skrivaðu rektararnir á Fróðskaparsetri Føroya og við Háskóla Íslands avtalu um vísindaligt samstarv millum stovnarnar. Í tí liggur, at stovnarnir vilja fremja samstarv millum granskarar á Fróðskaparsetri Føroya og við Háskóla Íslands. Til at fáa hetta í lag vórðu nevndir settar í báðum londunum til at hava samstarvið um hendur, og tær hava samstarvast á tann hátt, at tær hava skipað fyri ráðstevnu undir navninum Frændafundi triðja hvørt ár, fyrstu ferð í Íslandi 1992.. Ráðstevnan Frændafundur er tvørfaklig og ráðstevnumál eru føroyskt og íslendskt.

Á skránni eru 26 stuttir fyrilestrar um føroyskt og íslendskt mál, barnabókmentir, samkynd, útlendingamál í londunum báðum, myndlist, tónlist, kommunusamanlegging og handbinding og sniðgeving fyrr, nú og í framtíðini.

Frændafundur, sum verður hildin í Tórshavn 25. – 29. juni 2007, er tann sætti í røðini og tann triði hildin í Føroyum.

Øll eru vælkomin, siga fyrireikararnir.