Frá Nýggja Apoteki til Kafe Kaspar

Kafelív

Vit kenna hana mest sum Einglabarrin. Síðani fekk hon nýggja útsjónd og nýggjan samleika, og fekk heitið Nýggja Apotekið. Hetta var ein góð roynd men kanska ikki so smart ella í so smart, tí eigarin av Hotel Hafnia, sum rekur staðið, varð verða krav frá øðrum noyddur at skifta navn enn einaferð til Kafe KASPAR. Og tað var smart, tí hetta vælklingandi navnið, sum vit m.a. kenna frá vælumtóktu og fólksligu søguni um Kaspar, Jaspar og Jonatan, er heldur ikki tikið burtur úr ongum. Tað hevur so sanniliga sín søguliga samleika júst í hesum umhvørvinum. Tí má sigast, at hetta hevur verið eitt heppið val, nú onnur matstøð í býnum kanska í alt ov stóran mun hava fingið sær útlendskan samleika.

So Kafe Kaspar er so føroysk hon yvirhøvur kann vera tað. Og havnaslig ikki minst. Her í hjartanum á Havnini. Men hvør var ella er so hesi góði Kaspar! Skrivað stendur , also í kunningarblað, sum liggur á borðunum í hugnaligu nýggju kafeini m.a.:

Bakar Hansen
“Ein einsamøll violin hoyrist spæla í einum húsum í Havn. Ein stillan melodi, sum spakuliga fyllir rúmið, sveimar út gjøgnum opna gluggan, út millum fólk á havnargøtum og upp á loft, har ein nakin smádrongur situr í eini vaskibalju og lurtar. Alsknu violinstrokini tøla og gykla fram óspiltar kenslur í honum, og í flógva vatninum fær hann sína poetisku jomfrúuppliving.

Drongurin æt Wiliam Heinesen, maðurin við violinini æt Georg Kaspar Hansen, vanliga nevndur Bakar Hansen, sum við sínum bakarakynstri og musisku gávum søtaði og ríkaði Havnina á so mangan hátt.

Hann búði skamt her niðanfyri á Áarvegnum, og Kafe Kaspar eitur eftir honum. Við virðing fyri tí, sum hann kveikti í hesum býi, bjóða vit tær vælkomnum í kafer okkara.”

Ein innbjóðing við manér og sum man kann finna seg í. Við hesum orðum letur nú nýggja Kafe Kaspar dyrnar upp í sjálvum hjartanum á Havnini, í bygninginum hjá Hotel Hafnia við Áarvegin.

Grør
Ikki kann sigast annað enn at tað grør um gangandi fót, tá vit tosa um matstovur og kafeir í høvuðsstaðnum. Hóast kavi og kuldi í løtuni seta sín dám á gerandisdagin, so kemur aftur ein dagur við sól og hita og lívi í havnargøtum, og eingin ivi er um, at mongu tilboðini til havnarfólk, avbygdafólk og fremmandafólk tá fara at koma sera væl við, og ikki minst við seinasta nýggja og spennandi innrættingini av Kafe Kaspar. Hetta er eitt stað fyri fólk flest og lætt at koma inn frá gøtuni. Brádliga ber til at velja millum tvey spildurnýggj og spennandi støð við Áarvegin bert fáar metrar millum, Kafe Kaspar og Etika.

Á Kaspar fær tú fjølbroyttan og lættan kafemat. Og ymiskt at sløkkja tostan við. Enn ein kærkomin gáva til Havnina og alt tað fólk, sum vitjar henda heimsins nalva.

Leiðari á Kafeini er Oddbjørg Højgaard.