At kappingin í miðal MPV-klassanum harðnar, er nýggi Toyota Corolla Verso enn eitt dømi um. Bilurin er ein tann mest fleksibli bilurin í sínum klassa.
Corolla verso hevur smart design og kvaliteturin og koyreginleikarnir eru á høgum støði. Bilførarin situr høgt og útsýnið er gott allar vegir. Rattið kann stillast í longd og hædd, og skjótt er finna seg væl til rættis í bilinum
Í eini handavending kann bilurin gerast um frá einum 7-persónabili til vørubil. Øll fimm baksetrini kunnu heilt einfalt verða løgd niður við at taka í eitt handtak á stólarygginum á hvørjum setri. Vørurúmið verður tá heilt slætt. Eins lætt er tað at gera bilin um aftur, so hann kann hava upp til sjey sitipláss.
Bilurin fæst eisini sum 5-pesónabilur og sum vøruvognur.
Startlykilin er eitt smart-kort, sum verður sett inn, har sum lykilin annars plagar at vera, síðan verður trýst á start/stopp knøttin.
Viðvíkjandi útgerð fæst bilurin í útgávunum Terra og Sol.
Tríggir ymiskir motorar eru at velja ímillum: 1,6 litur bensin við 110 hk, 1,8 litur bensin við 129, og ein 2,0 litur D-4D diesel við 116 hk.
Bilurin fæst eisini við nýggja framkomna 5-trins M-MT girkassanum (Multi-mode Manual Transmission), har til ber at skifta bæði manuelt og automatiskt. Aircondition er standard í øllum útgávunum.
Sum eykaútgerð fæst bilurin við t.d. navigatiónsúrgerð, leðurinntrekk, "In-Car Entertainment system" sum eru tveir dvd-skíggjar í nakkastúttunum til filmar og spøl.
Trygdin er á sera høgum støði, og bilurin hevur nógvar innbygdar trygdarskipanir. Hann fekk 5 stjørnur út av 5 møguligum á EuroNCAP krasjtestunum.
Corolla Verso kostar sum vøruvognur úr kr. 208.600, sum 5-persónabilur úr 259.600, og sum 7-persónabilur úr 268.600
Toyota Corolla Verso 1,8 Terra M-MT
Motorurin1,8 litur VVT-i bensin 129 hk
0-100 km/t 12,7 sek
Bensinnýtsla13,3 km/l
Dekkstødd205/55-16
Stødd og vekt
Longd436,0 cm
Breidd177,0 cm
Hædd162,0 cm
Eginvekt1325kg
Prísur kr. 287.600,- (7-pers. M-MT)
SøluumboðReyni Service
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 353040
www.reyniservice.fo