Frá misáliti til smálutir

Í 2003 metti politiska skipanin landskassaveðhaldini í rækjuflotanum vera so nógv verd, at misálit varð sett á landsstýrismannin í fiskivinnumálum, tí hann hevði sett veðhaldini verri fyri. Í 2008 skal politiska skipanin um dagarnar taka støðu til eitt tilmæli frá serfrøðingabólki, sum skýrir landskassaveðhaldini at hava so lítið virði, at tey uttan víðari kunnu flytast millum skip.

ANALYSA


Flestu munnu minnast hin týsdagin í januar 2003, tá Jørgen Niclasen græt. Táverandi landsstýrismaðurin var júst blivin fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Hann bleiv formliga loystur úr starvi av sínum løgmanni, áðrenn hann á eyðmýkjandi hátt hevði fingið misálit frá løgtinginum, eisini pørtum av síni egnu samgongu.

Annar av teimum, sum reisti misálitið henda týsdagin, 14. januar 2003, var Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum, sum tá sat í andstøðu. Hin var Lisbeth L. Petersen, forkvinna í Sambandsflokkinum. Í misálitinum søgdu tey bæði, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevði ikki útint umleggingina av lánum til fjarfiskiflotan á lógligan hátt, og tí átti hann at leggja frá sær.

Støðan bygdi á eina frágreiðing frá Turið Debes Hentze. Advokaturin varð av løgtingsformanninum sett sum kanningarstjóri at kanna, um tað var í lagi at Jørgen Niclasen hevði játtað reiðaríunum hjá Høgafossi og Arctic Viking at lána ávíkavist sjey og 4,5 milliónir krónur til at umvæla skipini fyri. Landsstýrismaðurin helt tað vera í lagi, tí hetta vóru neyðugar ábøtur, ið fóru at økja um virðið á skipunum, umframt bøta um teirra møguleikar at klára seg. Trupulleikin var einans, at Høgifossur hevði 17,4 milliónir krónur í rentu- og avdráttarfríum láni til landskassan hangandi aftaná øðrum lánum hjá skipinum, og Arctic Viking hevði 7,9 milliónir. Og reiðaríini fingu ikki nýggj lán til at rinda fyri umvælingar og ábøtur, uttan at hesi lógu frammanfyri landskassalánið. Argumentið hjá táverandi fiskimálaráðharranum var, at ábøturnar vildu økja um virðið á skipunum, og tí var landskassin ikki verri fyri, hóast landskassaveðhaldið varð skumpað aftureftir.

Men hetta sjónarmiðið keypti kanningarstjórin ikki. Turið Debes Hentze staðfestir í síni frágreiðing, sum varð latin løgtinginum 13. desember 2002, at við at loyva Høgafossi og Arctic Viking at hækka síni lán, eru landskassaveðhaldini verri stillað. Í frágreiðingini stendur millum annað soleiðis um Arctic Viking: “Tá ongin meting er gjørd, sum vísir, at virðið á skipinum er hækkað til 30 mió kr. í samband við nýggja lántøku 4,5 mió kr., sum landsstýrið víkir fyri, er væl hugsandi ella í øllum førum vandi fyri, at veðrættarstøða landskassans er versnað.” Somu orðingar eru at finna um Høgafoss.

Kanningarstjórin er enntá so mikið eym um landskassaveðhaldið, at hon heldur at ein meting eigur at verða gjørd av, hvat virði skipið hevur eftir umvælingarnar. Hetta fyri at tryggja landskassaveðhaldið á best møguligan hátt.

Ein mánaða seinni, 14. januar 2003, reisir Jóannes Eidesgaard, saman við Lisbeth L. Petersen, misálit á Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum.


Smálutir

Tilsamans fingu trý skip rentu- og avdráttarfrí lán úr landskassanum eftir lógini um umlegging av lánum hjá fjarfiskiflotanum, nevniliga Høgifossur, Arctic Viking og Ocean Castle. Hetta seinasta skipið bleiv sum kunnugt til nógv umrødda Napoléon hjá Kongshavnar Útgerðarfelag, ið varð seldur á tvingsilssølu á vári 2006. Um dagarnar kom serliga trímannanevndin, sum skal ráðgeva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum í spurningum um umleggingarlógina, til ta niðurstøðu, at Kongshavnar Útgerðarfelag kann flyta sítt landskassaveðhald yvir á eitthvørt annað skip, sum reiðaríið útvegar sær. Tilsamans 41,3 milliónir krónur.

Meðan kanningarstjórin í 2002, Turið Debes Hentze, legði stóran dent á at tryggja landskassaveðhaldið, so hevur pípan nú fingið annað ljóð. Trímannanevndin sigur tvørturímóti, at sonevnda veðbrævið hjá landskassanum liggur uttanfyri virðið á Napoléon, og veðrættarstøðan tí ikki kann gerast verri við at verða flutt yvir á annað skip. Sagt við øðrum orðum metir tríannanevndin veðhaldið vera so lítið vert, at tað ongan týdning hevur, hvat fyri skip veðhaldið verður flutt yvir á. Trímannanevndin tekur als ikki støðu til nakað veðhaldslán, hvussu ella í hvønn mun landskassaveðhaldið er tryggjað, ei heldur hvussu tað í framtíðini verður tryggjað, til dømis í virðinum á skipinum, veðhaldið verður flutt yvir á. Trímannanevndin byggir sítt tilmæli á eina einastu grein í lógini um umlegging av lánum hjá fjarfiskiflotanum, nevniliga grein-5 stk. 2, sum stutt og greitt sigur, at landsstýrið kann loyva eigara, at um fiskifarið verður selt kann veðhaldið flytast yvir á annað skip, sum verður útvegað innan eitt ár eftir søludagin. Tað váttaðu limir í trímannanevndini fyri Rás2 í vikuni. Og tað er hetta tilmælið, sum landsstýrið skal byggja sína niðurstøðu á.


Avgerðin

Undir vanligum umstøðum hevði avgerðin ligið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Men av tí at Torbjørn Jacobsen er ein av høvuðseigarunum í Kongshavnar Útgerðarfelag er málið og harvið avgerðin flutt til Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum. Hann hevur ikki tikið støðu enn.

Í januar 2003 helt Jóannes Eidesgaard, formaður í táverandi Javnaðarflokkinum í andstøðu, at veðhaldini høvdu slíkt virði fyri landskassan, at hann við støði í frágreiðing frá kanningarstjóra reisti misálit á landsstýrismannin í fiskivinnumálum. Nú er Jóannes Eidesgaard løgmaður, og hevur higartil einki aktivt gjørt við landsstýrismannin í fiskivinnumálum, hvørs reiðarí biður um at fáa flutt eitt landskassaveðhald upp á 41,3 milliónir krónur frá einum skipi, sum reiðaríið ikki longur eigur, yvir á eitt skip, sum reiðaríið enn ikki eigur.



..............................................


FAKTA:



“Endamálið við hesum lógaruppskoti er, at landskassin sleppur burtur úr givnum veðhaldum í fjarfiskiflotanum og hjálpa hesum partinum av fiskiflotanum at umleggja og niðurskriva yvir áramál tey lán, sum ofta liggja aftast í prioriteti, og vil landskassin tí í flestu førum missa pening, um so er, at skipini verða seld um eina tvingsilssølu.”


Brot úr almennu viðmerkingunum til lógina um umlegging av lánum hjá fjarfiskiflotanum.



........................


“Ætlan landsstýrissins er soleiðis at gera tað møguligt at varðveita fjarfiskiflotan, serstakliga rækjuskipini, tí møguleikarnir á fjarleiðunum eftir rækjum verða ikki fult gagnnýttir...”


Brot úr almennu viðmerkingunum til lógina um umlegging av lánum hjá fjarfiskiflotanum.


.........................



“Stuðulslán eiga bert at verða umløgd, har serligur tørvur er á hesum, og við fyriliti til landskassan. Tvs. at tað skal vera vandi fyri, at um landsstýrið onki ger, so fer skipið um eina tvingsilssølu, og landskassin missir pening.”


Brot úr viðmerkingunum til §2 í lógini um umlegging av lánum hjá fjarfiskiflotanum.


..............................


Stórur munur er á, hvat virði kanningarstjóri í 2002 helt um virðið á landskassaveðhaldunum í rækjuskipunum, og hvat ráðgevandi trímannanevndin heldur í 2008. Tá var talan um at flyta landskassaskuldina nakrar milliónir aftureftir í samlaðu skuldini hjá skipunum. Nú er talan um at flyta landskassaskuldina yvir á eitt framvegis ókent skip.



Turið Debes Hentze, kanningarstjóri, í desember 2002:


“Í samband við umlegging skal metast um, hvussu tryggur landskassans peningur er bæði áðrenn og aftan á umleggingina, og veðrættarstøðan er tann, sum hevur týdning, tá skipið verður selt. Nýggj meting skal gerast um fíggingarvirðið í samband við nýggju lántøkuna, tí víkjast kann bert fyri ávísari upp¬hædd, um skipsvirðið hækkar samsvarandi, tí annars verður veðrættarstøðan ikki tann sama. Verður henda mannagongd ikki fylgd, nevniliga nýggj meting gjørd, kann lógin ikki sigast at vera fylgd. Í samband við málsviðgerðina er tí avgerandi, at ein meting um fíggingarvirðið, møgul. tvingsilssøluvirðið, verður gjørd eisini í aðru atløgu, tá víkingarspurningurin gerst aktuellur.



Trímannanevndin í tilmæli, juni 2008:


“Núverandi veðrættur hjá landskasanum lá utanfyri skipavirðið á Napoléon, og tí kann nevndin tilmæla, at nýggja veðbrævið eisini liggur uttanfyri skipavirðið á næsta skipinum.



............................


“Við øllum ivamálum, sum eru reist, eigur málið at fáa avleiðingar, so vit kunnu skapa álit og seta mark. Talan er rætt og slætt um eina politiska heildarmeting, og tíðin er farin frá, at ting ikki fáa avleiðingar”


Høgni Hoydal, táverandi landsstýrismaður í lógarmálum við undantaksloyvi samstundis at vera politiskur framsøgumaður, í løgtinginum 14. januar 2003, tá misálit varð reist á Jørgen Niclasen, táverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum.