Sum flokkur og sum fólkavaldir politikkarar er uppgáva okkara m.a. at umsita tann pening, sum dagliga verður heintaður inn frá vanliga føroyska borgaranum. Hetta er ein stór ábyrgd, hjá mongum kenst skattabyrðan ovurhonds, og tí er alneyðugt at fara væl , og við stórstu virðing, um hesar krónur.
Nakrar av skattakrónunum verða veittar listini og listafólki sum stuðul.
Fyri hetta økið eru somu viðurskifti galdandi, tú má, við virðing fyri teimum, sum skattapeningurin verður tikin frá, meta um hvat er vert at stuðla. Tí hevur Miðflokkurin eisini á hesum øki orða sín politikk, og meta vit ráðgeving Bíbliunnar vera framúr. Hugsa m.a. um ráðini í fil.
Kap. 4 ø. 8:
"og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður - hugsið um hetta "!
Hvat fólk annars takast við, list viðvíkjandi, er uttan fyri øki og ávirkan okkara.









