Frímerkir fyri milliónir ?

FRÍMERKI Føroya Filatelistfelag, sum er felagið fyri frímerkjasavnarar í Føroyum, fer í døgunum 27. - 28. mai 2011 at skipa fyri einari áhugaverdari frímerkjaframsýning í Norðurlandahúsinum.?

?Hetta er ein Jubileumsframsýning við tað, at felagið, sum var stovnað í 1936, er blivið 75 ár í ár. Framsýningin er eisini í samstarv við Posta, sum í ár hevur 35 ára jubileumshald, við tað at Posta  - ella sum tað æt í byrjanini, Postverk Føroya - bleiv eitt sjálvstøðugt postverk í 1976.?Føroya Filatelistfelag hevur í hesu 75 árini havt 700 fundir.

Føroyskir frímerkjasavnarar hava eisini luttikið á fleiri norðurlendskum og altjóða frímerkjaframsýningum, har teir hava umboða føroysk frímerkir og postsøgu og hava eisini vunnið stóran heiður og umdømið millum teir útlendsku frímerkjasavnararnar, við tað at teir hava vunnið nógvar medaljur og heiðurstekin.?Á sjálvari framsýningini, sum letur upp fríggjadagin tann 27. mai kl. 10.00, er møguleikin hjá teimum vitjandi at síggja sera áhugaverd, sjáldsom og virðismikil frímerkir.

Framsýningin verður tó ikki ein av teimum sera stóru frímerkjaframsýningunum, men ein framsýning har frímerkjasavnarar úr Føroyum og útlandinum sýna fram síni frímerkjasøvn. Millum annað verður heimsins fyrsta frímerki víst fram og eisini eitt ekta frímerki klætt við 22 karat gulli.?Tey vitjandi á framsýningini fáa eina uppgávu at loysa. Tey skulu atkvøða um, hvat frímerkjasavn tey halda er tað besta, við at seta teirra navn og bústað á ein atkvøðuseðil og síðani leggja hendan seðil í ein atkvøðupostkassa.

Trekt verður síðan um 3 vinningar hvønn dag, sum Posta hevur latið.?Á framsýningini er eisini gjørligt at ogna sær nøkur serstempul, sum eru gjørd til hetta endamálið og sum bert verða brúkt hesar 2 dagarnar, framsýningin verður.?Har verða sølubásar hjá Føroya Filatelistfelag, Reyða Krossi og Posta, har tey vitjandi kunnu keypa ymisk frímerkir o.a. Eisini er eitt frímerkja-tombola og onnur áhugaverd tiltøk á skránni, sum frímerkjaáhugað kunnu royna. ?Framsýningin er opin fríggjadagin 27. mai frá kl. 10.00 til 17.00 og leygardagin 28. mai frá kl. 10.00 til 16.00.