Frímerki og 2. Heimsbardagi í Miðlahúsinum

Í morgin kl. 11 verður áhugaverdur og forkunnugur fyrilestur hildin í Miðlahúsinum Danin Steen Jack Petersen, sum hevur verið filatelistur (frímerkjasavnari) síðani hann var 15 ára gamal fer at halda fyrilestur í Miðlahúsinum í morgin. Talan verður ikki bara um eina faktekniska framløgu um frímerki, talan verður eisini um ein part av søgu Føroya undir Seinna Heimsbardaga. Steen fer at vísa fram Reyða Krossbrøv, Sensurbrøv og vanlig brøv, sum vísa tað samskifti, sum var undir krígnum. Hesi brøv hava umframt filateletiskt virðið, eisini eitt stórt søguligt virðið. Hetta er eitt gott høvið hjá øllum søgufróðum og søguáhugaðum fólki at hoyra um ein tátt í Føroya søgu, sum lítið hevur verið at hoyrt og lisið um áður. Tí talan er um ein annan sjónarhyrning, enn tann vit eru von við. Høvið verður eisini at stilla spurningar til Sten Jack Petersen aftaná fyrilesturin. Fyrireikarnir vóna at síggja mong fólk til fyrilesturin, sum also byrjar í Miðlahúsinum í morgin kl. 11.00