Nú um vikuskiftið fer listamaðurin, Frits Johannesen, til Danmarkar at hava listaframsýning. Framsýningin verður á Galleri Arleth á Falster, og hevur heitið Fra Manhattan til Mansgjógv.
? Eg málaði hesar málningarnar aftaná at hava verið ein túr í New York í oktobur síðsta ár. Meðan eg gekk har á gøtunum á Manhattan og hugdi upp á høgu ský-skavarnar, fekk eg somu kenslu, sum tá eg siti í eini gjógv uppi á Manni her í Fuglafirði við steyrrøttu bjørgunum og høgu fjøllunum framman fyri mær. Mátin, ljósið súgar inn og út ímillum háhúsini og bjørgini, er næstan tann sami, og tí var tað eyðsæð at flyta vindeyguni í háhúsunum yvir á fjøllini her í Fuglafirði, sigur Frits.
Krossar og rútar
Meðan Frits var í New York, var hann á eini framsýning við málningum hjá russiska málar-anum Kasimir Malevitsch og fekk tá enn meir íblástur til at arbeiða víðari við hugskotinum við rútum, tiknir úr teirra gerandishøpi. Malevitsch arbeiddi serliga við optiskari og suprematiskari list, har ymsir geometriskir figurar verða settir saman uppá allar hugsandi mátar. Ein afturvendandi figurur hjá Malevitsch er krossurin.
? Krossurin er jú eitt av okkara sterkasta teknum. Her hugsi eg ikki um tann religiøsa týdningin av krossinum, men sjálvt teknið, sum, tá tað verður skákað, byrjar at skapa umhvarvið av einum sirkli, og harvið eisini verður ímyndin av tí endaleysa ella fullkomna. Tað er við hesum í huga, at eg havi arbeitt víðari við rútum, har skapi av krossinum gongur aftur, greiðir Frits frá.
Frits hugleiðir víðari, at onkusvegna kendist tað nátúrligt at arbeiða við rútamotivinum. Seinni er hann komin at hugsa um, at hann longu sum heilt ungur dámdi sera væl at mála vindeyguni í húsum, so kanska hetta er okkurt, sum hevur ligið í dvala frá ungum árum hjá listamanninum.
Tónleikurin
Í málningunum, Frits nú fer til Danmarkar við, er tónleikur og tónleikarar eisini eitt gjøgnumgangandi tema. Tað hevur tað verið fyrr hjá Fritsi, men hesuferð er tað flættað saman við íblástrinum frá Manhattan og náttúruni rundan um Fuglafjørð. Og sum so ofta, er umhvørvið Mansgjógv.
? Tónleikur hevur altíð spælt ein ótrúliga stóran leiklut í mínum lívi og er kanska mín størsta kelda til íblástur at mála. Í tónleikinum verða mørk flutt allatíðina og kenslur, hugløg og fyribrigdi tvinnaði saman á ein nýskapandi hátt. Við tónleikinum kann alt lata seg gera, og tí var tað eisini eysæð at brúka tónleikalig motiv til at flyta Manhattan yvir í Mansgjógv í Fuglafirði, sigur Frits.
Nú Frits fer til at sýna fram á Galleri Arleth á Falster, er tað úrslitið av samstarvinum við tey, ið eiga savnið. Hetta eru nevniliga somu listafólkini, sum gjørdu standmyndirnar niðri við bátahylin í Fuglafirið á Varmakeldu síðsta ár, har Frits var stigtakari.










