Frá mánanum í Atlantshavið

Eftir eitt minningarhald umborð á einum amerikonskum flogbera varð øskan av tí kenda rúmdarmanninum Neil Armstrong stroydd út yvir Atlantshavið í gjár.

Neil Armstrong var fyrsta menniskjað, sum setti fótin á mánan. Tað var tann 20. juli í 1969, tá hann og felagin Buzz Aldrin gingu á mánanum. Ein talsmaður fyri rúmdarumsitingina NASA segði á minnimngarhaldinum, at Neil Armstrong fer altíð at standa í søguni sum tann fyrsti, ið setti fótin á ein annan himmalknøtt. .

Fyrradagin var ein almenn minningarguðstænasta í dómkirkjuni í Washington, har fleiri kend rúmdarfólk vóru hjástødd.

Nei Armstrong doyði tann 25. august. Hann var 82 ára gamal.