Frámælir arbeiðsgevarafelagið fríari kapping?

Fyrrverandi stjórin í Faroe Seafood, Meinhard Jacobsen, finst í lesarabrævi í dag at Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Meinhard Jacobsen sigur, at hoyringssvarið frá arbeiðsgevarafelagnum leggur upp til, at tey eru meira áhugaði í einum planbúskapi, har fá forvinna nógvan pening, heldur enn ein liberalan búskap, har kapping skal tryggja, at tey bestu koma framat.

 

Meinhard Jacobsen sigur millum annað:

 

Heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at luttakararnir í útbjóðing ella á uppboðssølum eru so lítið at sær komnir, at teir ikki klára, at metu um hvat ið teir bjóða og um so er hvat grundar Føroya Arbeiðsgevarafelag hesa uppfatan á ?

 

Hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag broytt meining og nú vil frámæla fría kapping? Ein kapping har ið allir luttakarar eru eins stillaðir tá ið teir bjóða

 

Aftur at hesum hevur arbeiðsgevarafelagið meining um kvotur og/ella fiskidagar. Helt og haldi framvegis, at tað ikki er uppgávan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag at koma við meting um hvussu fiskiskapur og fiskifrøði skal skipast undir Føroyum.

 

Hevði stutt sagt ikki droymt um at Føroya Arbeiðsgevarafelag fór at koma við slíkum hoyringssvari.

 

Lesarabrævið kann lesast her.