Í morgun – beint eftir at nýggja løgtingið er mannað – varð nýggja búskaparfrágreiðingin løgd fram í Kongshøll í Saltsiloini í Havn. Frágreiðingin er 80 síður til longdar, og í henni er ein konjunkturmeting fyri heystið 2019, umframt at ein lýsing er av demografiska dráttinum og avbjóðingunum fyri búskapin.
Fíggjarliga gongur tað væl í Føroyum, men hóast búskaparvøkstur og bjartar tíðir, so kemur Búskaparráðið við fleiri ávaringum og frámælum.
– Vit frámæla skattalættar, øktar veitingar, sum økja um eftirspurningin, tí at tað er ikki arbeiðsmegi, sum kann nøkta tann eftirspurningin. Tað hevði bara ávirkað prísstøði og givið manglandi inntøkur til landskassan, sigur Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðum.
Skeiklandi skipanir
– Vit hava nógvar skeiklandi skipanir inni í føroyska búskapinum í løtuni, bæði tá ið ræðum um skattapolitikk og vinnupolitikk, sum ger, at vit skeikla støðuna á arbeiðsmarknaðinum, so at vit ikki fáa arbeiðsmegina, har hon ger mestan mun og heldur ikki fáa kapitalin, har hann ger mestan mun.
Skulu vit klára hetta og hækkað um livistøði, so ræður um at fáa sum best burturúr tilfeinginum, sigur Djóni Højgaard.
Tær skeiklandi skipanirnar, hann vísir á, eru millum annað skattafrádrátturin hjá sjómonnum og handverkarum, ið arbeiða uttanlands. Búskaparráðið mælir til, at hesir frádráttir verða avtiknir.
– Vit mæla eisini til, at tað vera færri avmarkingar í fiskivinnulóggávuni, og at veiðurættindi verða seld á uppboð. Hetta hevði betra um produktivitetin og økt útboðið av arbeiðsmegi, sigur Djóni Højgaard.
Formaðurin í Búskaparráðnum heldur eisini, at yvirskotini hjá landskassanum er ov lítið.
– Fyri at sleppa undan at tátta í niðurgongd og við atliti til fíggjarpolitisku haldførisavbjóðingini í longdini, áttu yvirskot landskassans at verið størri undir verandi hákonjunkturi, sigur Djóni Højgaard.
Stórur vøkstur
Búskaparráðið sigur, at gongdin í føroyska búskapinum seinastu árini hevur verið serlig vegna óvanliga nógv viðrák viðvíkjandi laksa- og oljuprísum, uppsjóvar-, botnfiska- og laksaprísum.
Í 2018 hevur verið ein stígur ella minni vøkstur í útflutninginum, men útflutningurin veksur aftur í 2019. Í 2019 væntast tøkan í alivinnuni at vaksa í mun til 2018, meðan laksaprísurin væntast at vera støðugur í 2019. Makrel og svartkjaftaprísirnir væntast at hækka nakað, meðan sildaprísurin væntast at falla. Botnfiskaveiðan við Føroyar er vaksin, og prísirnir hava verið uppgangandi.
Nakað annað, sum dregur vøksturin upp, er ein øking í innlendska eftirspurninginum, serliga í nýtsluni hjá húsarhaldunum og útlendska eftirspurninginum. Landskassin tálmar tó eftirspurningin nakað við at hava avlop á rakstrinum.
Búskaparráðið metir vøksturin í 2019 at verða 6,6%.
Fylgja við búskaparligum viðurskiftum
Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina. Tað er ásett í lógini fyri Búskaparráðið, at tað skal gera tvær konjunkturfrágreiðingar árliga, sum skulu verða almannakunngjørdar ávikavist tann 1. mars og 1. september.
Limir Búskaparráðsins eru: Djóni Højgaard, cand.polit., formaður, Ester Hansen, cand.polit. og Sigurd Poulsen, cand.polit. Skrivarar Búskaparráðsins eru: Ólavur Christiansen, cand.polit. et scient.soc., PhD, lektari Birita Mortansdóttir, stud.polit.
Les eisini: Búskaparráðið: Avbjóðing innan eldrarøktina og heilsuverkið











