Fríðálvur Bjarkhamar 60 ár

Í dag fyllir Fríðálvur Bjarkhamar, sum er ættaður úr Vági og búsitandi í Keypmannahavn, 60 ár.

Fríðálvur fór til skips. Tað var vegurin hjá honum sum hjá so mongum. Men hann ætlaði annað enn bara at vera fiskimaður. Vildi sleppa víðari út í heim, og fór tí á navigatiónsskúla.
Í 1965 tók hann stýrimansprógv og fór at sigla hjá Mærsk. Har helst hann fram eisini eftir, at hann seinni tók skipsføraraprógv. Í 1971 skifti hann reiðarí og fór í Grønlandssigling.
Í 1979 skifti Fríðálvur hýru og fór at loðsa fyrrverandi starvsfelagarnar í donskum farvatni. Hann byrjaði sum loðsur uttan fyri Ålborg og fór seinni til Keypmannahavnar at verða loðsur.
Nú hann fyllir 60 ár, hevur hann samstundis eisini verið loðsur í 25 ár. Og av hesi fjórðingsøldini hevur hann verið loðsformaður í tey 12 árini. Fríðálvur er í dag í starvi hjá Sundet Lodseri í Keypmannahavn.
Fríðálvur er giftur við Tove, sum er donsk. Tey fingu tvey børn, son og dóttir. Sonurin doyði í 1988 18 ára gamal av ferðsluvanlukku.