Í døgunum 11.-12. februar verður størsta innandura kappingin í frælsari ítrótt í Laugardalshøllini Í Reykjavík. Úr Føroyum fara 16 íðkarar í aldrinum 13 til 20 ár, og tríggir leiðarar at luttaka í kappingunum, sum deildin fyri frælsan ítrótt hjá ÍR (Íþróttafélag Reykjavíkur) skipar fyri. Tað skrivar Hvirlan.
Henda deildin í ÍR er vinafelag hjá Hvirluni, og hetta er áttanda ferðin, at Hvirlan vitjar íslendska felagið. Talan verður um innandura kappingar, har kappast verður í kasti, lopi og sprint.
Endamálið við ferðini hjá føroyska liðnum er at royna, hvussu íðkararnir eru fyri, og vita, hvørji úrslit teir fáa nú tunga vetrarvenjingin er um at vera av, verður sagt úr Hvirluni. Tí er tað ikki úrslitinum fyrst og fremst, at farið verður eftir, men heldur at royna eina innandura kapping. Í fjør heyst var Hvirlan við í kappingum í Vaxjø í Svøríki.
Hvirlan hevur vant úti allan vetur, tí ongin innandurahøll er tøk til endamálið.
Tórur til DM
18. og 19. februar fer føroyska stjørnuskotið í frælsum ítrótti, Tórur Mortensen, til innandura DM. Hann skal einki minni enn at verja DM-heitið í trýstøkk, su mhann vann í fjør.
Sagt verður, at hann betrað seg í ár, men at kappingin framvegis verður sera hørð. Í fjør leyp hann 14,45 metrar, meðan hann síðani hevur betrað metið og lopið 14,78 metrar. Mett verður, at um Tórur Mortensen hevur ein góðan dag, so kann hann taka danska juniormetið.