FRÆLSUR ÍTRÓTTUR
Tað er felagið Bragdið, sum er vertur fyri kappingini á Tórsbreyt í annaðkvøld, ið fevnir um ikki færri enn 48 kappingar tilsamans. Tey íðkandi verða skipað í seks aldursbólkar hjá bæði gentum og dreingjum, sum fara at kappast í lopi, kasti, spurti og miðteinum, og íðkararnir fáa stig fyri síni avrik.
Í annaðkvøld koma gentur og dreingir 8-9 ár at kappast í 40 og 600 metra renning, spjótkasti og longdarlopi. Gentur og dreingir 10-11 ár og 12-13 ár kappast í 60 og 600 metra renning, spjótkasti og longdarlopi, og gentur og dreingir 14-15 ár, 16-17 ár og 18-19 ár kappast í 100 og 800 metra renning, spjótkasti og longdarlopi.
Tilmeldingarfreistin til kappingina í annaðkvøld var úti sunnukvøldið, og tað ber ikki til at melda til á staðnum. Men framvegis eru tvær kappingar eftir, og har kunnu tey halda seg framat, ið vóru ov seint at melda til hesa ferð.
Fyrireikararnir siga, at øll børn og ung eru vælkomin við, men treytin fyri at vera við í sjálvari Grand Prix-kappingini er, at tú ert skrásettur limur í einum feløgunum í frælsum ítrótti.
Onnur kappingin verður á Svangaskarði mikudagin 24. juni og tann triðja bíðar til eftir summarfrítíðina, tí hon er ikki fyrr enn mikudagin 19. august.