Frælsisavtøkan hjá Sjálvstýri: Fullkomið Sjálvstýris flopp!!!

Tað er heilt ófatiligt, at Sjálvstýrisflokkurin skal leggja uppskot fram á ting um at avtaka virkandi koyriskúlar runt um í landinum

Kvinnur og menn sum hava verið uttanlands og goldið í túsundavís av krónum úr sínum egna lumma og lántøku fyri at vinna sær útbúgving sum koyrilærara, fyri síðani at koma heim at byrja sítt egna virki, nú við einum »skandaluuppskoti« frá Sjálvstýrisflokkinum bara skulu likviderast. Tað besta úrslitið við øllum virksemi fæst við totalt fríari kapping, og soleiðis er eisini við ferðslulæru.

Tann dagin tað almenna fer inn at drepa koyriskúlarnar, tá verður líkasælan viðv. undirvísing fullkomin, tað er onki sum helst ivamál um tað. Í dag er fríð kapping ímillum koyriskúlarnar og harvið dygdin í hásætið, og tað er bert at fegnast um, tí at næmingurin fer har, hann fær tað bestu frálæruna. Hettar veit eg, tí at eg spyrji javnan ungdómin um hesi viðurskifið.

 

NULL-hugsjón

Tá Sjálvstýrisflokkurin nevnir NULL-hugsjón, so haldi eg at tit fyrst skuldu tikið um trupulleikan sum kann loysast her og nú. Tað er at tit fáa donsku §88 ínn í føroysku ferðslulógina sum skjótast!!!

(§ 88 kann lesast her á heimasíðuni undir "ymiskt")

 

Fyrst virkisrækstur, síðani ferðslulæra???

Tit nevna, at koyrilærarar hugsa heldur um virkisrækstur enn ferðslufrálæru?? Eru tit svakir í heysinum??? Hvussu kann eg sum koyrilærari hugsa soleiðis og samstundis stremba eftir besta úrsliti? Tað er fullkomiliga ógjørligt. Eg havi eitt tað besta úrslitið í Føroyum, og virkisrækstur hevur aldrin verið í mínum tonkum. Eitt kann eg vissa tykkum í Sjálvstýri um, at tað er ikki ein tann einasti koyrilærari í Føroyum sum hugsar í hasar »banar« sum tit tosað um.

 

Dagsins frálæruskipan

Frálæruskipanin sum virkar á økinum í dag, er sera greið og væl úr hondum greidd (sera stóra tøkk til Akstovuna fyri hettar arbeiðið). Hendan lesiætlan sum arbeitt verður eftir, sigur greitt, hvussu nógvir tímar skulu fremjast í ástøði, og hvussu nógvir tímar í minsta lagi skulu frálærast í koyrifrálæru. Her hava allir koyrilærarar í Føroyum ein greiðan leist at virka eftir og sostatt fáa allir føroyingar sama møguleika til frálæru og at ognað sær eitt koyrikort.

At verandi frálæruskipan er sera ymisk, er ein fullkomin lodrøtt lygn. At so onkur næmingur hevur brúk fyri onkrum koyritíma eyka er ein »erlig« sak. Hattar kunnu vit ikki verja okkum ímóti tá vit hava við menniskju at gerða. So verður eisini nevnt at ósemja er ímillum koyrilærarar. Her mugu tit koma við beinraktum dømum, tí eg kenni meg ákærdan fyri hendan pástand hóast eg ikki kann síggja nakað dømi.

Fakligt "prikarí" kemur dagliga uppa at venda, men hvat, hettar gerð jú bara

dagin enn livandi, tó alt í skemti.

Tá tað verður nevnt, at næmingar taka bara tað neyðugu frálæruna fyri at klára royndina, so er tað rætt, annars klárar tú ikki royndina. So einfalt er tað. Men eitt skal eg vissa tykkum í Sjálvstýri um, at tann neyðuga frálæran í lesiætlanini er yvaleysa nokk til at fáa fyrstafloks føroyskar bilførar út á vegirnar. Tað er hóast alt dygdargóðir próvdómarar á Akstovuni sum í síðsta enda venda tummulin niður ella upp um næmingurin er búgvin at fara út á vegirnar at koyra.

At enda vil eg inniliga heita á Tjóveldi, Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Javnarflokkin og Miðflokkin, um ikki at taka undir við Sjálvstýrisflokkinum um, at vit sum hava okkara koyriskúlar ikki verða likvideraðir men fáa frið at framalað so góðar bilførarar sum vit til dagliga gerða so leingi vit hava frælsi og arbeiðsfrið til hettar.

Annars vil eg bert siga við Sjálvstýri, at tað er ikki handan vegin tit skulu fara, fyri at vinna bíligar ungdómsatkvøður.

Eitt kann eg vissa tykkum fyri, at koyrilærarar kunnu hvønn dag siga næmingunum, hvør flokkur er góður fyri ferðsluna.

(Kelda: www.ferdslan.net)

(við vón um at vit framyvir kunnu virka frælsir og sjálvstøðugir sum okkara »kollegar« í grannalondunum)