Um páskirnar hevur frælsi ítrótturin eina sera spennandi vitjan úr Svøríki. Tað verða teir báðir Mattias Sunneborn og Jorma Jaaskelainen av Gotlandi, sum koma til Føroya at hava nakrar venjingar. FÍF hevur leingi havt í umbúna at bjóða hesum dugnaligu venjarunum heim til Føroya, og nú er hetta so langt um leingi veruleiki.
Mattias og Jorma hava nógv ár á baki í frælsum ítrótti. Á oyggjaleikunum í Føroyum í 1989 vóru teir báðir við. Her vann Jorma gull í trístøkki, meðan Mattias, sum tá bara var 18 ára gamal, vann silvur á 400m, gull í 110m rimarenning og 400m rimarenning umframt gull í 4x100m og silvur í 4x400m. Síðani tá hevur Mattias luttikið á øllum leikunum, og hevur tilsamans vunnið triðflest heiðursmerki av øllum oyggjaleikaluttakarum.
Mattias Sunneborn hevur eisini vunnið flest heiðursmerki til svensk meistaraheiti uttan- og innandura. Metið fekk hann so seint sum í fjør. Hann kappast framvegis á høgum stigi. Til EM og HM fyri veteranar vinnur hann gull í nógvum kappingum, og er sostatt kanska heimsins besti íðkari, sum er yvir 45 ár.
1995/96 var besta tíðarskeiðið hjá Sunneborn. Í 1995 vann hann silvur til heimsmeistaraheitið innandura og árið eftir gjørdist hann evropameistari í longdarlopi innandura. Í august 1996 var hann við á olympisku leikunum í Atalanta, har hann gjørdist nummar 8 í finaluni. Mattias var aftur á olympisku leikunum í Athen í 2000, men tá leyp hann ikki væl. Besta lopið hjá Mattiasi nakrantíð var 8,21 metrar og var hetta eisini norðurlendskt met í nógv ár, til tað varð tikið fyri kortum.
Jorma Jaaskelainen hevur eisini verið við til allar oyggjaleikirnar. Nógv tey seinnu árini tó sum venjari og leiðari. Hann hevur verið venjari og samskipari av Gotlendska oyl-hópinum í nógv ár. Dagliga arbeiðir hann sum ítróttarlærari í Visby og tá hann fær frí, fer hann beint út á Gutavallan, har oyggjaleikirnir vóru í summar, og heldur fram við venjing í frælsum ítrótti.
Eina viku áðrenn Mattias Sunneborn byrjaði í studentaskúla, tók pápi hansara brádliga lívið av sær. Hetta var ein ovurstórur skelkur fyri Mattias, og hevur sett djúp spor í lív hansara. Í nógv ár vóru fleiri kvøld, har hann græt seg í svøvn. Men skommin um pápan gjørdi, at hann ikki vildi tosa um hetta.
Í dag er Mattias ambassadørur fyri svenska felagsskapin Suicide Zero, sum arbeiðir fyri at avmarka sjálvmorðtilburðir. Í Svøríki eru í miðal fýra fólk um dagin, sum taka lívið av sær. Nú Mattias er her í Føroyum, fer hann at hava ein fyrilestur um hetta viðkvæma evni. Hann fer at greiða frá, hvussu ítróttur kann fyribyrgja sjálvmorði og hvussu ítrótturin hevur hjálpt honum víðari í lívinum.
Fyrilesturin hjá Mattias Sunneborn verður í hølunum hjá Starvsmannafelagshúsinum, týskvøldið 3. apríl klokkan 19.30. Tað er ókeypis at koma til fyrilesturin.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Hall Holm frá Frælsum Ítrótti í Føroyum greiða frá vitjanini og fyrilestrinum.
Annað páskakvøld klokkan 19.10 vitja Mattias Sunneborn og Jorma Jaaskelainen sendingina "Triði Hálvleikur" á Rás2. Hetta verður aftaná dysturin millum AB og Skála á Argjum er liðugur.









