TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu Rás2/in.fo gjørdi við formannin í Frælsum Ítrótti í Føroyum (FÍF), Hall Holm.
FÍF hevur higartil bara havt norðurlendska viðurkenning og oyggjleikaviðurkenning, og hevur bara í oyggjaleikahøpi, og í norðurlendskum høpi kunnað kappast undir føroyska Merkinum. Men nú eru møguleikar til staðar fyri einum gjøgnumbroti, tá um altjóða viðurkenning ræður.
FÍF hevur verið á fundi við týska forsetan hjá European Masters Athletics, sum eitur Kurt Kaschke. Kurt Kaschke er ógvuliga jaligur um, at føroyskir íðkarar í frælsum ítrótti kunnu kappast í European Master Athletics, sum ein sjálvstøðug tjóð.
European Masters Athletics er fyri íðkarar, sum eru 35 ár og eldri. Tað er skipað soleiðis, at tey 35 til 39 ára gomlu kappast fyri seg, tey 40 til 44 ára gomlu fyri seg o.s.fr. Also ein aldursuppdeiling fyri hvørji fimm ár.
Fyrsta European Masters Athletics kappingin, sum Hallur Holm vónar, at føroysk íðkandi í frælsum ítrótti kunnu kappast í er Innandura European Masters Athletics kappingin, sum verður í spanska høvuðsstaðnum, Madrid komandi ár.
Hallur Holm vónar, at hendan viðurkenningin kann leiða til enn størri altjóða viðurkenning fyri frælsa ítróttin í Føroyum.










