Leygardagin var síðsta hond lagd á fysiska arbeiðið at gera viðgerðarheimið Frælsi á Eiði klárt, ið er fyrsta føroyska viðgerðartilboði til ung millum 18 og 24 ár, ið hava havt trupulleikar við rúsevnum.
Men hóast fysisku karmarnir eru klárir, so lata dyrnar ikki upp fyribils. Heimið hevur nevniliga enn ikki fingið nakra játtan, so farast kann undir arbeiðið. Tað upplýsir Martin Kúrberg, stjóri í Frælsi.
- Arbeiðið varð liðugt síðsta leygardag, tá møblarnir vórðu fluttir inn í húsið. Men sum tað tykist í løtuni, so er slett ikki vist, at vit fáa nakra játtan at reka heimið, sigur Martin Kúrberg.
Í løtuni arbeiðir løgtingið við fíggjarjáttanini fyri næsta ár, og Martin Kúrberg vónar, at løgtingsfólk finna pening til nýggja tilboðið, so tað kann latast upp skjótast gjørligt.
- Vit vóru ikki farin undir hetta arbeiðið um tað ikki var so, at vit hava havt ein positivan dialog við myndugleikarnar. Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur ikki sett pening av til hetta á fíggjarlógini, men vit vóna, at fíggjarnevndin sær hetta heimið sum ein vinning fyri føroyska samfelagið, og játtar tí pening, sigur Martin Kúrberg.
Sjálvur er hann ikki í iva um, at tørvur er á heiminum.
- Sum nú er, so er einki tilboð til ung, ið hava rúsevnistrupulleikar, og vit høvdu ikki farið undir hetta um so var, at nakað annað tilboð var. Men tørvurin er har, og tað eru fleiri ung, ið standa og bíða eftir hjálp, greiðir Martin Kúrberg frá.
Um heimið letur upp, fer tað at hava tætt samstarv við norska Frelsunarherin, ið hevur drúgvar royndir við slíkum arbeiði.
- Tey hava fakligu førleikarnar og royndirnar við at hjálpa ungum við rúsevnistrupulleikum, og koma tey at tryggja, at tilboðið í Føroyum lýkur tey fakligu krøvini, leggur Martin Kúrberg dent á.