GSM
Hjá Kall eru tey væl nøgd við gongdina hendan seinasta lítla mánaðin, tá Kall hevur bjóðað Føroya Tele av á GSM-økinum.
Stjórin fyri Kall, Bjarni Askham Bjarnason, vil ikki upplýsa nøkur tøl í løtuni yvir kundar, men hann sigur seg vera væl nøgdan, og teir hava merkt ein stóran áhuga.
Higartil hevur Kall roynt seg við sokallaðum talutíðarhaldum. Tað er talutíð, sum verður goldið áðrenn nýtsluna, heldur enn at ein rokning verður send.
Fyrst í komandi ári verður farið undir at bjóða ?vanlig? hald, har rokning verður send mánaðarliga.
Higartil hevur Kall eisini kunna bjóða sínum kundum introduktiónsprísir. 1,75 kr. alt samdøgrið. Hesir prísir verða til 3,50 kr. um dagin og 1,75 kr. um kvøldið eftir 1. februar 2003.
Kappingin var næstan júst byrjað, tá Føroya Tele svaraði aftur við seta sínar talutíðarprísir nógv niður. Hetta gjørdi so, at Kall svaraði aftur við at lata sínum kundum 50 ókeypis SMS um mánaðin. Hetta tilboðið er galdandi fram til 1. apríl.
Eingir tekniskir trupulleikar hava heldur verið, sigur Bjarni Askham ? bæði við teirra egna netið og samstarvinum við Føroya Tele.
Stjórin upplýsir, at tey flestu velja at skráseta seg, men tað er tó eingin treyt. Vinningurin fyri at skráseta seg er 50 kr. í talutíð.
Eftir teimum ungu
Kall hevur lagt frá landi við at selja síni talutíðarkort í einari dós. Slagorðið hevur frælsi í dós, og higartil hevur frælsi verið góð søluvøra.
Bjarni Askham Bjarnason sigur, at teirra marknaðarføring er ógvuliga tilvitað.
?Vit eru farin út við fullari kraft. Vit valdu at analysera málbólkin hjá okkum, áðrenn vit fóru ígongd og hava so lagt marknaðarføringina eftir hesum, sigur Bjarni Askham Bjarnason.
Málbólkurin hjá Kalli er býttur í tveir bólkar: teirra verandi kundar og tey ungu. Tá sagt verður tey ungu, so verður hugsað um fólk upp til áleið tretivu ára aldur, upplýsir Kall stjórin.
?Vit hava so roynt at nýtt tey amboð, sum hóska seg til málbólki hjá okkum. Okkara verandi kundar fingu Sim-kort sendandi beinleiðis við postinum. Til tey ungu hava roynt lýsa og vera har, tey eru, sigur Bjarni Askham Bjarnason.
Hann nevnir, at teir eitt nú ikki hava sent nakra sjónvarpslýsing, tí teir meta ikki, at tað er, teir koma í samband við teirra málbólk. Hinvegin hava teir lagt seg eftir at hava ymisk tiltøk, sum fanga.










