Jóannes N. Dalsgarð
??????????????????
Soleiðis skrivar andaligi leiðarin hjá sitandi samgongu á síðu 14 í seinastu bók sínari. Hesi orð runnu fram fyri meg nú um dagarnar, í sambandi við at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum í fjølmiðlunum boðaði frá, at føroyingar í framtíðini, við lóg skulu tvingast til at spara upp til ellisár. Men kann ein, sum verður tvingaður eisini vera frælsur?
At Sámal Petur í Grund og hansara samgongufelagar vilja avtaka fólkapensjónina er ein erlig søk. At Sámal Petur ikki heldur FullveldisFøroyar fara at hava ráð, at bjóða eldra fólkinum eina sámuliga samsýning fyri teirra lívsstrev, er ein erlig søk. Sámal Petur og hansara samgongufelagar meina ikki at skattapengar skulu fara til fólkapensjón, og so langt gera tey bara sítt politiska arbeiði.
Men hví skal avtøka av fólkapensjónini tengjast saman við eini lógarásettari tvungnari pensjónsupp-sparing? Tá fólkapensjónin er burtur, mátti tað verið so líkatil, at ein og hvør sjálvur tók ábyrgd av at tryggja seg á ellisárum. Men hesa ábyrgd vilja Sámal Petur í Grund og hansara samgongufelagar lyfta av herðum okkara, og við lóg áseta at vit skulu gjalda 10% av okkara løn til okkara egnu pensjón. - Men hvussu var tað Høgni Hoydal skrivaði: "Er eingin ábyrgd er einki frælsi. Tí frælsi er ábyrgd."
Nú - hvussu hóðar hetta saman? Høgni Hoydal sigur at vit skulu vera fræls, at vit skulu taka ábyrgd. Samstundis vil Sámal Petur í Grund fara at lóggeva fyri nýtsluni í húsarhaldinum hjá einstaka føroyinginum. Hvar fór ábyrgdin og frælsi hjá einstaka føroyinginum? Eru teir ósamdir báðir Sámal Petur og Høgni? Ella tosa teir eitt mál, vit vanligu deyðiligu ikki skilja?
Svarið fekk eg, tá eg í gjár (09.10.2001) lurtaði eftir orðaskiftinum í løgtinginum um fíggjarlógina fyri komandi ár. Svarið kom frá tjóðveldisframherjanum Anitu á Fríðriksmørk, í einum aftursvari til Óla Breckmann, har tað, sum umrøtt varð, var skattalætti. Ill um at vera ákærd av Óla Breckmann, buldraði Anita, at "Vit hava sanniliga givið skattalætta". Tá skilti eg, at "vit" eru ikki "vit føroyingar". Nei tað merkir "vit politikkarar" ella, sum í hesum førinum, "vit tjóðveldismenn/-konur".
Nú fall fimmoyra. Tá Høgni Hoydal skrivar um frælsi og ábyrgd, so er tað ikki vanliga føroyingin hann tosar um. Tað er ta politisku elituna í Føroyum hann tosar um. Tað eru landsstýrismenn og embætismenn hann tosar um. Hesi eru tað, sum skulu hava ábyrgd og frælsi til at stýra og ráða yvir m.a. nýtsluni í einstaka føroyska húsarhaldinum. Tað er ikki einstaki føroyingurin sum eftir Høgnasa meting hevur tørv á øktum frælsi. Nei tað er landsstýrið og embætisverkið, sum ikki sleppa at gera sum tey vilja, tí ríkismyndugleikarnir hava ræði á ávísum økjum. Fullveldi hevur ongantíð snúð seg um, at einstaki føroyingurin skal hava størri frælsi. Fullveldi hevur allatíðina snúð seg um at tryggja politisku elituni í Føroyum alt ræði yvir einstaka føroyinginum.
Tá eg hevði skilt hetta, gekk sum fótur í hosu at skilja samanhangin ímillum politikkin hjá Sámal Peturi í Grund og Høgna Hoydal. Teir eru jú brøður í andanum. Vit føroyingar kunnu sostatt vænta okkum nógv fleiri lógarásett inntriv í persónligu viðurskifti okkara og støðugar skerjingar í persónliga frælsinum, um Høgni Hoydal og Sámal Petur í Grund fáa tað, sum teir vilja hava tað. Tað eiga vit føroyingar at skriva okkum aftanfyri oyra.