Frælsi og búskaparlig endurreisn

Á flokstingi, sum Tjóðveldi hevur hildið í Haraldssundi í gjárkvøldið og í allan dag, hevur fundarfólkið, sum taldi fleiri enn 100 í tali, nú samtykt hesa yivirlýsing: ?Sitandi heimastýrisstjórn er syndrað. Eftir sløk 8 ár undir at kalla somu leiðslu valdar eyðsýndur ruðuleiki í politisku skipanini og samfelagnum. Samfelagsins lunnindir liggja í órøkt, og javnvágirnar í búskapinum eru í ringum standi. Stagnatión er dagsins veruleiki ? tað er ikki tómgongd men afturgongd. Í grundini er eingin politisk stjórnan, menn og kvinnur káva bara í blindum og gøllhalda um valdið.

Upp ímóti hesum stendur loysingarrørslan, sjálvræði og ábyrgd, sum parlamentariskt er umboðað í Tjóðveldinum. Frælsi og búskaparlig endurreisn hanga treytaleyst saman. Tí er okkara boð, nú tað stundar til politiskt valdsskifti í landinum:

* Greið ætlan verður løgd fyri, hvussu vit skipa føroyska statin í komandi valskeiði. Samsvarandi verður bindandi ætlan gjørd um, hvussu føroyski búskapurin verður frígjørdur fyri ríkisveitingina.

* Samríkjamenn gera blokkin til lívsæðr í Føroyum, hóast hann bert er 5% av samlaðu føroysku framleiðsluni. Veruleikin er, at blokkurin umframt mentalu doyvingina og negativu multiplikatoreffektina fremur fyri 615 milliónir krónur av politiskum leti í Føroyum. Persónligt frælsi, politiskt frælsi og tjóðskaparligt frælsi eru treytin fyri einum veruligum vælferðarsamfelag.

* Í hesum døgum sita politiskir leikarar og snikka til eina føroyska stjórnarskrá. Upprunaliga skuldi hon leggjast sum grund undir føroyska statin. Danskir myndugleikar og onnur høvdu sátt iva um rættindamørkini í uppskotinum, sum allir flokkar á tingi tóku undir við. Tjóðveldi tekur ikki undir við aðrari stjórnarskrá enn henni, sum gevur okkum møguleikan at fremja óskert politiskt tjóðarfrælsi.

* Eitt sterkt og sunt vinnulív, ið raðfestir íverksetan, er grundtreytin fyri einum framkomnum samfelag. Ein vaksandi inntøkugerð er alfa og omega og hartil møgulig. Fá lond eiga størri óbrúktar møguleikar enn Føroyar. Tjóðveldi eigur higartil einasta uppskotið um, hvussu fiskivinnupolitikkurin skal rekast framyvir. Settur í verk, fer hann at vaksa munandi um inntøkur landsins, og í einfaldum orðum stendur hann enn á stovnsrøktarhugsjónini: Fiskastovnarnir muga verjast og umsitast sum varandi grundarlag undir føroyska samfelagnum. Hetta er tað sama sum lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygg veiða.

* Neyvar ásetingar og politiskur agi skulu frameftir fremja ein burðardyggan orku-og umhvørvispolitikk og nattúruvernd. Vit eiga at ganga í fremstu røð í heiminum, tá tað ræður um at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Umframt at hetta gagnar Jørðini, fer hetta svitaleyst at gagna føroyska búskapinum, serliga tá veiðiflotin verður rationaliseraður í sterkar burðardyggar eindir soleiðis, at innflutningur av dýrum fossilum brennievni kann minkast munandi í mun til veiðina.

* Dýrasta tilfeingi í landinum er fólkið. Búskaparliga endurreisnin stendur og fellur við unga fólkinum og tess møguleikum at útbúgva seg. Tjóðveldi stuðlar av heilum huga, at flest møguligir møguleikar verða fyri lestri á skúlum og Fróðskaparsetri. Farast skal skjótast gjørligt undir gerð av næmingaíbúðum í lestrarbýunum, sum kunnu skapa lestrarumhvørvi og hýsa skjótt vaksandi talinum av lesandi fólki.

* Tørvur er á dyggari tjóðarbygging í Føroyum. Síðan fullveldissamgongan fall, og borgarliga sambandssamgongan tók ræði yvir heimastýrinum, er stígur og hóttafall komið á grundstovnar og mentanarberar landsins. Teir almennu. Politiska skipanin skal frameftir raðfesta mentanarspurningar um alt landið í nógv størri álvara og gera tað munandi meira fíggjarliga rúmsátt hjá mentanararbeiðarum landsins. Eitt nú rithøvundum og listafólki annars. Týdningurin hesi fólkini hava fyri tjóðarinnar sál og mál kann ikki yvirmetast. Og arbeiðið móðurmálinum at frama eigur alt fyri eitt at raðfestast, og átøk at fremja týðing av skaldskapi og at menna málið í tøkniliga heiminum eiga at verða sjálvsagdur partur av mentanarpolitikki landsins.

* Umframt yvirskipaðu strategisku mál floksins eiga hesi bráðfeingis mál at vera loyst í dagsins politiska ruðuleika: Upprudding í almennu fyrisitingini. Vit krevja eina óspilta fyrisiting, har brot á rættartrygdina fáa avleiðingar beinanvegin, og har bygnaðurin verður endurskoðaður frá grundini. Politiska útlutingin av tilfeingi og vinnurættindum verður steðgað. Allar vinnur skulu hava javnar kappingartreytir og fiskirættindi bjóðast út. Fíggingar- og rentukostnaður skal minkast fyri vinnu og húsarhald. Realkredittur, Húsalánsgrunnur, lóggáva viðvíkjandi peningastovnunum og onnur átøk skulu fremjast til tess at minka um dýra kostnaðarstøðið. Skatta- og avgjaldsskipanirnar skulu endurskoðast. Vaksandi gjøld hava seinastu árini hækkað um skattatrýstið á flestu húsarhald og vinnur og skapa djypri gjáir millum samfelagsbólkar. Føroyskur førleiki skal mennast. Íløgur og politisk átøk skulu vigast eftir, um tey menna føroyskan førleika og kappingarførið hjá føroyskum fyritøkum. Gjáirnar millum samfelagsbólkar og økir í landinum skulu smalkast. Kommunurnar mugu nú leggjast saman, so vit fá økir í landinum, sum kunnu kappast í rímiligari javnvág. Samstundis má kommunuskattur og landsskattur endurskoðast.

* Flokstingið staðfestir, at tey, sum umboða loysingarrørsluna, sjálvræðis-og ábyrgdarleiðina, á tingi, eru floksins parlamentariski spjótsoddi, hinvegin eru øll tey samhugaðu, ung sum eldri, kjarnin í stríðnum fyri teimum frælsu Føroyum. Tí má stríðið fremjast tveystreingjað ímillum grasrøturnar og á tingi, sum hevur avmarkað seg sjálvt við donskum rættindamørkum.

* Val er í hondum. Allur politikkur Tjóðveldisins miðar treytaleyst eftir málum knæsett í stevnu floksins. Einar solidariskar og sjálvstøðugar Føroyar. Eftir eitt val hava vit tvær rásir at ganga eftir. Hin fyrra er ein fullveldissamgonga undir tjóðveldisleiðslu, og hin seinra er ein umbótanarsamgonga undir tjóðveldisleiðslu. Fyrra atløgan treytar sjálvsstýrisflokkarnar, meðan hin seinra treytar samríkjaflokkarnar. Skal bót og bati spyrjast burtur úr tjóðini til frama, er Tjóðveldi til reiðar at taka ovastu leiðslu landsins á sínar herðar. Uttangarðs parlamentariska virksemi er líka neyðugt í báðum førum?.