Jógvan Thomsen, Hoyvík, Valevni hjá Fólkaflokkinum
Ein ræðandi hugburður vil alla tíðina skava av frælsinum og rættindunum hjá einstaka borgaranum. Ofta verða lógir samtyktar, grundaðar á lægsta felagsnevnara. Ein vaksandi partur av løgtingsmanningini vil seta frælsi hins einstaka til viks, bert fyri at tekkjast nøkrum konservativum bólkum, ið ynskja allar borgarar undirlagdar teirra sjálvmettu normar og virðir. Tí hevur land okkara ein bráðneyðugan tørv at skifta tingmanning. Okkum tørvar eina, ið vil virða frælsið hjá øllum at ráða yvir egnum lívið, avgerðum og áhugamálum.
Onkuntíð vinna liberalu virðini á svørtu konservativu kreftunum. Enn er tó langt eftir á mál, um vit skulu endurbyggja eitt samfelag ið ungdómur og útisetar okkara tíma at búleikast í.
Tí stilli eg upp til komandi Løgtingsval fyri Fólkaflokkin. Stevnuskrá Fólkaflokksins sigur:
”Fólkaflokkurin vil halda fast um og verja ognarrættin og persónliga frælsið. Persónligt frælsi elur ábyrgdarkenslu og ber í sær trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentanarfrælsi og vinnufrælsi, bert avmarkað av, at eingin borgari ella bólkur av borgarum má verða hvør øðrum at meini.”
Eg meti hettar brot verða hornasteinurin undir einum frælsum samfelagið. At ávísir flokkar vilja banna ávísum atburðum, liviháttum og parløgum meti eg sum stóra skomm fyri eitt frælst samfelag. Eg vil virka fyri at fáa okkum eitt frælst samfelag, har eingin skal blíva bannlýstur fyri livihátt sín. Eitt samfelag har eingin lóg skal herðast bert tí at nøkur ikki duga sær hógv. Har øll kunnu føla seg vælkomin, uttan undantak.