FRÆLSI - ER OKKARA MÁL

Marjus Dam
valevni Sambandsfloksins

Ágangurin frá øðrum flokkum er øðiligur. Men vit halda fram at stríðast. málini eru hugsjónirnar og bjørtu vónirnar um eitt betri og meira rættvíst samfelag, ið vit, saman við tær, vilja skapa. Vit vilja byggja upp heimsins besta land í Føroyum.
Gamalt er, at tómar tunnur skrambla mest. At hetta orðatak er rætt, hava vit sanniliga sanna, bæði niðri á Fólkatingi, og í føroyskum politikki, har fullveldisgangurin gjørdi, at vit nú hava hall á fíggjarlógini ? eins og vit ávaraðu um. Tá vit ávaraðu, vóru vit skýrdir at mála svart.
Men tað er ein sannroynd, at um ein rekur vánaligan politikk, so fær fólki tíverri eina rokning at gjalda ? ofta nøkur ár seinni. Og tað gera føroyingar nú ? ímeðan fullveldisfólk bjóða til cafeskemt.
Vit hava ikki tíð til skemt ? vit arbeiða við at rekja fløkjustampin eftir loysingarsamgongurnar frá 1998.
Tjóðveldi gav okkum enn einaferð ein tóman landskassa í 2003 eins og vit fingu hann tóman frá teimum í 1988.
Vit vilja frælsi í Ríkisfelagsskapinum. Tað frælsi er so nógv størri og betri enn loysingarfrælsi, ið bindir føroyingar niður.
Við okkara frælsi, kunnu enn fleiri føroyingar fjølgast og liva í Føroyum. Við "loysingarfrælsinum" mugu einir 15.000 - 20.000 føroyingar flyta av landinum.
Ríkisfelagsskapurin er ikki bert ríkur uppá pening, men eisini uppá virðir sum útbúgving, barnarøkt, familjupolitikk, eldrapolitikk, heilsupolitikk, verjupolitikk, valutapolitikk, uttanríkispolitikk, ja vit eru ríkir og frælsir í ríkisfelagsskapinum. Við loysingini verður alt hetta mist!
VEL FRÆLSI
VEL TRYGT