Frælsi, atkoma og Barcelona

Frælsi er eitt hugtak, sum stendur sterkt í altjóða rættindum og í øllum sáttmálum, sum eru knýttir til menniskja rættindi

Tó stendur hugtakið frælsi serliga týðiligt, tá tað er tengt at hugtakinum tvang, eksklusjón, isolasjón, og í øðrum formum í samband við at fólk verða útistongd í at luttaka á jøvnum føti.

 

Hava so fólk við brekið hetta frælsi, at tey ikki verða útistongd, ella isoleraði í okkara demokratiska samfelag, sum Føroyar tykjast at vera?

 

Er okkara samfelag so atkomuligt í breiðastu merking, at fólk saktans kunnu virka uttan at møta forðingum, sum til dømis at útbúgva seg eftir fríum ynski, sleppa at velja sær sítt arbeiði eftir tí tær dámar at gera, síggja og hoyra allan føroyskan tíðindaflutning og.s.fr?

 

Tað er ein sannroynd, at fólk við breki verða útihýst dag og dagliga í dagsins samfelag.

Dømi um hetta er, tá fólk ikki kunnu fara á matstovu, til eina framsýning, eina konsert, inn handlar, inn í biohøllir, umborð á eina ferju ella við einum bussi, tí hesi ikki er atkomulig fyri rørslutarnað. Hesum forðingum møta fólk við brekið hvønn dag.

 

Eitt annað dømi er tá føroyskar tíðindasendingar og aðrar sendingar ikki eru atkomuligar við teksting og tulking. Úrslitið er at ein partur av Føroya fólki eru sett uttanfyri , og tískil hyggja at útlendskum tíðindum sum eru atkomulig, og kunnu ikki fylgja við í føroyskum tíðindum. Hesi fólk hava eitt skert frælsi, og verða útistongd frá tí, sum onnur halda er ein sjálvfylgja at njóta í samfelagnum.

 

Tá ið tað kemur til atkomu fyri rørslutarnað, sum eg best kenni til persónliga sum koyristólsbrúkari, rann mær í huga nakað eg las fyri kortum, tá ein almennur stovnur setti sær ein visjón fyri framtíðina. Hesin stovnur nevndi fótbóltsliðið hjá Barcelona, og ynskti at brúka tað sum fyrimynd. Liðið hjá Barcelona hevði ikki serliga góða eydnu, fyrrenn nýggjur hugburður kom á liðið, at stríðast saman fyri at náa bestum úrslitum. Tá eg las hetta rann mær í huga, hvat Barcelona eisini er kent fyri, og tað er ikki bert fótbólti, nei býurin er skírdur atkomuligasti býður í Evropa.

Barcelona er mest umráðandi handils-íðnaður- og havnabýur í Norður Spania, og stendur fyri 20 % av bruttotjóðarinntøkuni, hóast ber 15 % av íbúgvunum í Spania búgva har.

Hann er kendur fyri sín arkitektur, sína mentan og fyri at hava nógv gomul hús, gøtur og sera stórsligin bygningsverk.

Myndugleikarnir í Barcelona settu sær fyri, at brúka eitt 10 ára skeið uppá at gera býin atkomuligan fyri fólk við brekið. Í dag er hann skírdur at vera eitt “Mekka” fyri fólk við rørslutrupuleikum, við tí úrsliti, at ein hópur av ferðafólkum koma til býin, og hann hevur fingið eitt alheimsmerki á seg sum besti atkomuligi býur í Evropa.

 

So kann man spyrja, tá tað ber til har, kann tað so ikki bera til her í Føroyum? Jú, er svarið frá mær. Um man setir sær fyri, at so skal verða, so ber tað sjálvandi til.

Men tað merkir, at øll mugu gera sítt til, at fáa tað at bera til. Landsins myndugleikar, kommunur, byggifrøðingar, arkitektar og fólk, ið virka á økinum.

Veruleikin er, at vit hava ongar lógir og ongar reglur á økinum. Alt er eftir fríum vilja. Ofta kemur man umaftur tá bygt verður, og tá gerst tað dýrari.

 

MBF hevur í áravís gjørt vart við trupulleikan, og gjørt ymisk átøk fyri at fáa myndugleikarnir at virka fyri, at fáa lógarbundin krøv, sum kundi bøtt munandi um støðuna.

 

ST- sáttmálanum um vernd og rættindi hjá fólki í bera brek áleggur, at hesi viðurskiftir skulu tryggjast borgarum við breki, og tí síggja vit fram til, at á ráðstevnuni sum MBF skipar fyri mikudagin 3. dec, at fáa at vita frá Landsstýriskvinnuni í Innlendismálum, hvussu langt man er komin at fáa til vega tílíkar heimildir.

 

Tíðin er komin í einum framkomnum samfelag, at tað kann gerast ein natúrligur partur, tá samfelagið bjóðar tænastur fram, at tær røkka øllum borgarum í landinum.