Frælsið at velja

Tórhallur Áslaksson
Tjóðveldisflokkurin
??????
Kári P syngur um "frælsið at velja hvønn ein skal selja seg sjálvan og frælsið sítt til"
Fólkaflokkurin hevur selt sína sál til teir konservativu, alt sum kann skaða sosialismuna sigur Breckmann. Javnaðarflokkurin stuðlar Mogens Lykketoft og Sambandsflokkurin stuðlar Anders Fogh. Einasti flokkur sum ikki hevur selt seg áðrenn valið, er Tjóðveldisflokkurin.
Tjóðveldisflokkurin fer at selja sína atkvøðu har vit fáa mest fyri hana og ikki lata nakran dana ella danskan flokka sína atkvøðu / ur framíhjá.
Tjóðveldisflokkurin fer á fólkatingi fram-haldandi at arbeiða fyri upplýsing til bæði føroyingar og danir og grønlendingar, at avdúka hvussu danir hava villleitt altjóða felagskapir og tala ósatt um viðurskiftir í ríkisfelagsskapinum, sum teir kalla tað.
Tín atkvøða er avgerandi eisini til hettar valið.
Vel lista E