Robert Vilhelmsen
Valevni Javnaðarfloksins - listi C
Skulu frælsar ítróttir í Føroym hava lív lagað, má ein loysn veljast skjótast gjørligt. Hetta val má grundast á ítøkiligar og óheftar kanningar av ymiskum møguleikum og tí má ein arbeiðsbólkur til verka beinanvegin eftir valið. Arbeiðssetningur fyri bólkin skal, sum tað fyrsta, gerast og góðkennast av øllum pørtum innan kanningararbeiði byrjar.
Kanningin kann gerast eftir niðanfyri standandi leisti í trimum stigum:
1.Kravfesting til eitt stadion, har allir áhugabólkar verða hoyrdir
2.Lýsing og kostnaðar-meting av 2-3 møguleikum, grundað á kravfestingina
3.Tilmæli og val av loysn
Henda kanning skal tryggja, at vit velja eina virðiliga loysn við framtíðini í huga. Við einum stadion, ið lýkur altjóða krøv kunnu vit aftur bjóða okkum fram til at vera vertir fyri Oyggjaleikum og øðrum stórum ítróttartiltøkum á altjóða støði. Slík tiltøk hava ómetaligan týdning fyri mentanarlívið, vinnulívið og menningina av frælsu ítróttini.
Við tínum stuðli og atkvøðu fer hetta at vera eitt av mínum fremstu málum at fremja í Tórshavnar kommunu.
Tryggleiki og lívsvirði - til allar borgarar!