Frælsar ítróttir fyri børn

Ítróttafelagið Bragdið skipar í vetur fyri frælsum ítróttum fyri børn í aldrinum 6 til 8 ár. Vant verður mikudagar kl. 18-19 í Kommunuskúlanum, og byrjað verður mikudagin 12. september. Tilmelding fer fram í ÍSF-húsinum 10. sept. kl. 17-19. Sjá annars lýsing aðrastaðni í blaðnum og á heimasíðuni athletics.fo.

Bragdið hevur í nøkur ár havt eitt ungdómstilboð; tó nakað avmarkað vegna sera ringar umstøður, t.d. ongan fastan tíma fyri árið á nøkrum vølli. Men nú leikvøllir eru í eygsjón, er hetta ein roynd at fáa eitt skipað ungdómsarbeiði á føtur, soleiðis at Bragdabørn eru klár, tá vøllirnir eru klárir við Ringvegin.

Endamálið við venjingini er gjøgnum rørslu, spæl og samveru at menna børnini og geva teimum eitt gott grundarlag fyri víðari menning innan tær ávísu kappingargreinarnar og ítrótt í heilatikið, t.v.s. at arbeitt verður breitt við at renna, leypa og kasta. Dentur verður eisini lagdur á, at børnini ogna sær kunnleika um seg sjálvi og kroppin, at tey styrkna, blíva skjótari og gyrðin, tora betur, fáa vinir og hava tað stuttligt.