Stovnandi aðalfundur hjá nýggja felagnum varð hildin leygardagin.
Í nevndina vórðu vald Kára á Dunga, Rúna Hentze, Bjørg Svabo, Heri Ziska og Randi Kúrberg. Tiltakslimir eru Rógvi Højgaard og Jan Hentze.
Í fyrstuni verða barna- og kastivenjing á skránni, men roynt verður at ganga øllum áhuga á møti eins og miðað verður móti at íðka allar frælsu ítróttirnar. Tað vil siga tey fýra kastini, tey fýra lopini, forðarenningarnar og stutt- mið og langteina renning. Fremsta avbjóðingin hjá felagnum til tess at halda síni stevnumið verður at fáa og útbúgva venjarar.
Heimasíðan varð eisini avdúkað á tíðindafundinum, og verður hon við sínum kunnandi tilfari um felagið í lagi í komandi viku, og kemur hon eftir ætlan at eita hvirlan.fo.
Litir felagsins eru reytt, svart og hvítt, og búmerkið, ið Árni Ziska hevur teknað, er hvirluskapa skjøldur við forðarennara, ið er á veg um eina forðing.










