Frælsa kynslívið ? sunt ella ósunt? 2/2

Kynslig javnstøða, p-bollin, datingsíður, porno og so framvegis hava skapað fyritreytirnar fyri >>The Zipless Fuck<<, sum sexfeministurin, Erica Jung, nevndi tað í 70unum. Spurningurin er nú bara, um eitt frælst sexlív er uttan avleiðingar. Verða menniskju kensluleys, órólig og ólukkulig av tí sama?

Planet.fo hevur spurt sexologin, Elin Hentze í Stórustovu, um hon metir, at eitt slíkt frælst kynslív er sunt, ella um tað kann hava neiligar avleiðingar. (Framhald av Frælsa kynslívið sunt ella ósunt 1/2)

 

- Tá ein ger nakað ímóti sínum vilja, okkurt sum er óbehagiligt fyri ein og flytir sínar grensur ov langt, so lukkar mann av og byggir eitt tjúkt skal rundan um ein sum verju og ger tað ringt hjá øðrum, at sleppa inn til ein.

 

Danski sexologurin, Lars Juhl, sigur við Ekstrabladet, at sex er gott, og nógv sex er sera gott. Hann metir, at ein persónur mennir seg, óansæð hvønn veg hann velur ? um tað er við einum partnara ella við nógvum ymiskum. Um ein hevur sex við einum støðugum partnara, uppbyggir ein eitt langligt samband og eitt djúpt innlit, meðan sex við nógvum partnarum gevur stuttleika, fjølbroytni og spenning. Hann metir, at ein noyðist at velja, alt eftir hvat endamál, ein hevur.