Fræls val í Sýrialandi

Sambært tíðindastovuni AP hevur sýriski uttanríkisráðharrin, Walid al-Moallem, sagt, at myndugleikarnir fara at skipa fyri frælsum og rættvísum vali seinni í hesum árinum.

Uttanríkisráðharrin kom við boðunum á einum fundi, sum hann hevði við útlendskar sendiharrar í Damaskus í dag. Hann boðaði eisini frá politiskum nýskipanum. Eygleiðarar hefta seg við, at boðini um val og nýskipanir koma, samstundis sum herurin hevur táttað takið um mótmælisfólk í býnum Hama. Sambært keldum í býnum hava í minsta lagi 24 mótmælisfólk latið lív.

Valskeiðið hjá verandi tjóðartingi var úti fyrr í ár, og nú verður bíðað eftir, at Bashar al-Assad, forseti, fer at kunngera, nær valið verður.