Gamla slagorðið hjá Tjóðveldisflokkinum var »loysing«. Hetta orðið varð longu linkað í valstríðnum í 1998 til »skipað loysing«, sum eftir valið gjørdist til »fullveldi«.
Eftir at fólkaatkvøðan varð avlýst, og eftir at fullveldismálið ikki varð so rúgvusmikið í dagliga kjakinum, varð aftur tosað um »sjálvstýri« ? og seinastu dagarnar hava vit hoyrt og sæð formann Tjóðveldisfloksins og onkran av tinglimunum við, brúkt orðið »sjálvbjargni«.
Orðið »fullveldi« er nevnt fýra ferðir í valskránni. Tað verður orðið »sjálvræði« eisini, meðan orðið »loysing« bert er at finna í teldupostadressuni hjá Tjóðveldisflokkinum, »loysing@post.olivant.fo«.