Frílendisætlan fyri Havnardal samtykt

Økið er fjølbroytt og umfatar alt frá rossa, traðarfólkum, skótum, barnagørðum og øðrum vitjandi

Í gjárkvøldið varð skipanaruppskot um nýggja frílendisætlan í Havnardali einmælt samtykt í býráðnum. Økið røkkur frá vatnbrunninum og oman til Velbastaðvegin og er gott hálvantriðja ferkilometur til støddar. 

 

Stutt fyri jól í fjør bað umsitingin hjá Tórshavnar kommunu Ósbjørn Jacobsen Arkitektar um at gera eina yvirskipaða frílendisætlan fyri ein part av Havnardali, ið skal lýsa, hvussu økið í framtíðini kann mennast og skipast. 


Hugskotið er at varðveita økið sum rekreativt frítíðarøki, uttan at læsa økið so nógv, at ein natúrlig menning ikki er møgulig. Økið er sera fjølbroytt, tað er samansett av ymiskum blandaðum funktiónum og harvið ymiskum brúkarum - alt frá rossa, síla-, og traðarfólkum, skótum, barnagørðum og øðrum vitjandi. 

 

 

Í stigum



Tórshavnar kommuna skrivar, at skipanaruppskotið leggur upp til at fremja ætlanina í stigum. Átøkini, ið skulu gerast, skulu stiga undir tær dygdir, ið økið hevur í dag og lagt er upp til, at farast skal hóvliga fram. Átøkini umfata:

 

1. Nýggja gróðurseting, sum styðjar uppundir verandi viðarlund, og sum samstundis virðir serstaka landslagið í dalinum. 
2. Víðkan av gøtukervinum og atgongd til størri part av økinum 
3. Fleiri benkur fram við gøtunum 
4. At lætta um atgongd tvørtur um ánna á ávísum støðum við at gera smáar timburbrúgvar 
5. At gera úttsýnisstøð frá hægstu heyggjunum 
6. At gera smá skýli - “shelters” - ið kunnu nýtast til uppihald, lívd og til at gista í 
7. At gera vesi við rennandi vatni 
8. At skráseta og markera mentanararv í økinum - m.a. endurlaga gomlu rættina á sunnara partinum 
9. At friða vestara áarbakka fyri landbúnaði og nýta hann til rekreativt øki. 

 

Í fyrstu syftu er ætlanin at fara undir átøk 1, 2 og 3. Tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu til at játta 700 túsund krónur til at fara undir átøkini. Bæði byggi- og býarskipanarnevndin og fíggjarnevndin tóku undir við hesum og málið varð einmælt samtykt í býráðnum í gjárkvøldið.