Frá landsfundi Miðfloksins

   

Umleið 70 fólk úr øllum landinum høvdu leygardagin leitað sær í Norðurlandahúsið til landsfund Miðfloksins. Á skránni var, umframt lógarkravda valið av nevnd o.a., politisk framløga- og kjak, sum vardi til út á kvøldið. Hetta varð fyrsti landsfundur síðani flokkurin eftir seinasta løgtingsval kom í samgongu, og merkti tað kjakið, sum var positivt og framtíðarrættað.
Í nýggju nevnd Mifloksins eru:
Álvur Kirke, Kaldbak
Pól Jóhan Djurhuus, Glyvrar
Charlotta á Váli Olsen, Havnin
Svein Askildsen, Kollafjørður
Elin W. Tausen, Argir.

Varalimir eru:
Ann Hjaltalin, Havnin
Svenhild Haraldsen, Hoyvík
Kjarstein Danielsen, Tvøroyri
Jónfinn Olsen, Miðvágur

Landsfundurin fegnaðist um tann møguleikan flokkurin, sum landsstýrisflokkur, hevur at seta dám á førda politikkin, og dentur varð lagdur á primeru uppgávur floksins, at vera á varðhaldi, og at styrkja og verja grundleggjandi kristnu virðini, sum samfelag okkara er grundað á.
Familjupolitikkurin var frammaliga í umrøðuni. Staðfest varð, at samfelagsgongdin krevur nógv av ungu familjunum, og at grannalondini hava ein nógv virknari leiklut í at veita stuðul til hesar. Heitt varð á landsstýrismannin um at skunda undir arbeiði at nútíðarføra samfelagið á hesum týdningarmikla øki.
Veitti skattalættin á 127 mió var umrøddur og fegn-aðust luttakararnir um hetta beinleiðis familjupolitiska tiltak.
Landsstýrismaðurin fekk stuðul til framhaldandi at virka fyri einum nútíðar heilsupolitikki, har møguleikarnir fyri beinleiðis stuðli til heilsugóðan mat eigur at verða kannaðir.
Sjálvstýrislógin, heildarveitingin og tjóðarfrælsið vórðu umrødd, og enn einaferð varð staðfest, at Miðflokkurin metir eina fíggjarliga uppgerð við danir at vera alneyðuga. Gjørt varð av at heita á løgmann og samstarvsfelagarnar í landsstýrinum um at fáa slíka uppgerð gjørda.
Enn einaferð harmaðist flokkurin um manglandi virðingina, ið víst verður veikasta føroyinginum, barninum í móðurlívi. Staðfest varð, at krevjast má av landslæknanum, sum ovasta myndugleika á økinum, at hesin setur tiltøk í verk yvirfyri teim læknum, sum uttan at blúgvast siga seg nýta sosialar orsøkir sum grundgeving fyri fosturtøku. Slíkt kann ikki góðtakast og als ikki í einum samfelagi, sum telist millum tey ríkastu.
Landsfundurin fegnaðist um, at landsstýrismaður floksins frá 1.januar skal taka yvir sosialpsykiatriska økið. Luttakararnir kenna seg sannførdar um, at hesin megnar at lyfta hetta afturútsiglda økið á eitt støði, sum er nøktandi fyri eitt vælferðarsamfelag.
Landsfundurin gav fullan stuðul til fráboðan løgtingsmansins, um at rentustuðulin skal varðveitast á 37% -og at mjólkastuðulin ikki skal minkast.
Privatisering av ognum landsins varð umrødd, og landsfundurin tók ikki treytaleyst undir við generellum ætlanum um hetta.
Landsfundarluttakararnir umrøddu minnilutabólkar, sum royna at broyta grundleggjandi moralsk og etisk virði. Staðfestur varð týdningurin av at møta hesum menniskjum við tí kærleika og hjálp, teimum tørvar, men samstundis ikki at loyva at grundleggjandi kristnu virðini, samfelagið byggir á, verða broytt fyri at tekkjast hesum.
Sum er hevur Miðflokkurin bert 1 av 32 løgingsmonnum og verður tí náttúrligt ikki rokkið øllum teim málum, flokkurin vildu ynskt. Tó staðfesti landsfundurin stórt nøgdsemi við úrslitini higartil og ynskti fólkavaldu umboðum sínum Signing Harrans í verkinum framyvir.

Vegna Miðflokkin
Álvur Kirke
floksformaður