Seinni í ár flytur fyritøkan Supply Service úr Leirvík til Havnar, og í tí sambandi verður navnið broytt til Skansi Offshore.
Fyritøkan hevur bygt á Skansavegi, harav navnið.
Nýggja navnið skal endurspegla okkara byrjanarstøðu, framtíðarvónir og hugburð til tað, vit fáast við. Skansin er okkara trygga havn, men samstundis tað staðið, har vit skimast út í heim í allar ættir, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Einasti skansin, sum enn stendur her á landi, er Skansin í Havn. Nýggja høvuðssæti okkara, sum verður liðugt í ár, er eisini hóskandi á Skansavegi 7, haðani vit kunnu líta yvir á gamla Skansan. Fyri okkum ber hetta bæði boð um framhald av søgu felagsins og eina nýggja byrjan.
Skansi Offshore sigur, at »skansi« merkir verndarvirki; hann veitir bæði trygga havn og er eitt stað, haðani tú kanst skimast í allar ættir.
Ofta hevur skansin eisini ein vita. Sostatt vísir hann tær á røttu leið, samstundis sum hann boðar frá eini verjandi havn. Hendan merking knýtir skansan beinleiðis til sjógvin, sum er okkara virkisøki. Skip hava eisini skansa. Skansin á skipi er afturdekkið, har tú vanliga stýrdi og hevði útsýni og yvirlit.
Skansi Offshore hevur nú fýra frálanda- og veitingarskip: Eldborg, Saeborg, Sjoborg og Torsborg.
Umborð eru vit á vakt og standa á okkara skansa. Sum Skansi Offshore vóna vit framhaldandi at vera eitt framskygt felag, ið okkara samstarvsfelagar líta á og okkara sjófólk vilja arbeiða hjá. Við sæti í Føroyum byggja vit okkara virksemi á dugnaskapin, smidleikan og royndirnar hjá føroys- kum sjófólki. Endamálið er framhaldandi at veita álítandi og tryggar tænastur í frálandavinnuni. Navnið er broytt, men hugburðurin til tað, sum vit fáast við, er tann sami.
Flotin hjá Skansi Offshore kann síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER









