Urguleikarafelagið og Tórshavnar Musikkskúli fara í heyst undir frálæru í urguspæli Tíðindaskriv frá Urguleikarafelagnum
Urguleikarafelagið og Tórshavnar Musikkskúli høvdu í vár eina lýsing í bløðunum um ?Frálæru í urguspæli?. Nøkur fólk vóru áhugaði í lýsingini og frálæran byrjar aftaná summarfrítíðina. Meira kunning um frálæru kann fáast frá urguleikaralærarum í Musikkskúlanum. ( HYPERLINK ?http://www.musikkskulin.fo? www.musikkskulin.fo)
Eitt av endamálum Urguleikarafelagsins (§ 2 punkt 2) er:
At stovna urguleikaraútbúgving her á landi.
Vit vóna, at vit kunnu halda áfram við tí frálæru sum nú byrjar, tí vit vita øll, at tað einans er gjøgnum áhaldandi frálæru, at vit mennast á urguleikaraøkinum sigur felagið í tíðindaskrivi.
19. norðurlendska kirkjumusikksymposium (Norsk orgelfestival) verður í Stavanger 18.-21. september 2008. Urguleikarafelagið fer at senda tveir limir sum eygleiðarar og at umboða Føroyar. ( HYPERLINK ?http://www.orgelfestival.no/? www.orgelfestival.no/)