Frálíkur flogbóltur

Hóast Mjølnir veruliga gjørdi sítt besta og legði bragdliga út í Sørvági í gjárkvøldið, eydnaðist ikki at koppa SÍ, sum nú aftur er langt framman fyri hini kvinnuliðini

Flogbóltur

SÍ, sum bara hevur tapt ein av sínum 15 dystum í vetur, fekk harða mótstøðu í gjárkvøldið, tá Mjølnir var í Sørvági. Ikki minst løgdu kvinnurnar úr Klaksvík øgiliga hart út, og tóku harvið oddaliðið fullkomuliga á bóli í fyrsta setti, tá Mjølnir klárt var betra liðið og eisini vann sannførandi.
Eitt skifti var støðan 14-22, og hóast SÍ ímóti endanum fekk minkað um munin til 18-23, so var mestsum alla tíðina greitt, at Mjølnir átti settið við húð og hár. Álopsspælið hjá gestunum var gott, og Birgit Guttesen, sum áður hevur spælt við SÍ, var ein støðug hóttan, og heimaliðið fekk at kalla slett ikki vart seg.
Dygdin á spælinum var eisini høg í øðrum setti, men nú var dysturin munandi javnari. SÍ byrjaði eitt sindur trilvandi, men fótaði sær so líðandi, og hóast nógvir servufeilir vóru, sóust nú tvey jøvn lið, ið góvu seg fult út. Nógvar duellir vóru at síggja í tætta settinum, ið ikki var avgjørt fyrr enn heilt ímóti endanum, so støðan nú var 1-1.

SÍ kortini drúgvari
Hóast Mjølnir gjørdi sera góðan figur í Sørvági í gjárkvøldið, so má sjálvandi finnast onkur orsøk – ella fleiri – til ta sannroynd, at SÍ í allan vetur hevur verið so nógv betur enn hini liðini. Í hesum dystinum vóru tað kanska mest taktisku dygdirnar, ið gjørdu munin, tí SÍ megnaði at umstilla seg og yvirtaka, tá mest ráddi um.
Og so vigaði sjálvandi eisini tungt, at royndu spælararnir ikki óttaðust fyri at ganga undan. Í triðja setti fylgdust liðini upp til 9-9, men so fór Annika á Stongum at serva, og í einum koyri servaði hon SÍ framum 15-9. Mjølnir nærkaðist onkra løtuna, men álopsspælið hevði ikki líka fríar teymar sum fyrr í dystinum, og samstundis fekk blokkurin hjá SÍ fatur í nógv fleiri av atsóknunum hjá Mjølnir.
Í fjórða setti gjørdist munurin á liðunum uppaftur størri, og hóast javnt var allarfyrstu bóltarnar, fór SÍ skjótt avstað. Mjølnir kom ongantíð nærri enn trý stig, og onkursvegna tóktist tað, sum luftin var farin úr klaksvíkskvinnunum, ið høvdu givið so nógv tey bæði fyrstu settini, at SÍ neyvan hevur fingið líka harða mótstøðu fyrr í vetur.
Sostatt gjørdist tað enn eina ferð sigur til kvinnurnar í Sørvági, men í einum dysti, har tær hjá Mjølnir høvdu stóra æru av, at hetta gjørdist ein góður dystur við frálíkum flogbóltsspæli. SÍ er nú aftur langt á odda í Eik-liguni hjá kvinnum, samstundis sum tapið var eitt afturstig fyri Mjølnir, ið tó framvegis hongur væl í.